Ein póllendingur doyði

Hóast bjargingin av teimum 10 fólkunum gekk væl vísti tað seg, at tann eini póllendingurin umborð á seglbátinum var so illa skaddur, at hann bar ikki boð í bý

Leo Poulsen

Tað eydnaðist í gjárkvøldið Brimli at bjarga teimum 10 fólkunum umborð á pólska seglbátinum, Rzeszowiak.
Tað ljóðaði beinanvegin, at ein av manningini lá í óviti, og í morgun var so staðfest, at maðurin var deyður.
- Av tí at teir ikki eru so væl mannaðir umborð á Brimli, ber ikki til at órógva teir í tíð og ótíð, meðan bjargingararbeiðið fer fram. So vit vita ikki so ógvuliga nógv frá bjargingini. Men sum skilst gekst bjargingin væl, sigur Edvard Bjarnason, virkandi leiðari á MRCC við Sosialin í morgun.
Bjargingin fór fram við sonevnda MOB-bátinum (Man Over Board), og fyrst vórðu trý fólk flutt umborð á Brimil, síðani tvey til bert eitt var eftir.
- Seinasti persónurin varð so fingin umborð á Brimil, og tá tað var hent, vóru teir báðir skaddu persónarnir fingnir umborð á tyrluna og fluttir á flogvøllin og síðani við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið, sigur Edvard Bjarnason.
Hann sigur, at Brimil varð verandi á leiðini at hjálpa at seta seglbátin fastan á Rók, sum sleipar hann til lands.
Triton var við Føroyar, men avgjørt var, ikki at senda hann avstað móti seglbátinum.
- Einfalda orsøkin er, at veðrið var so ringt, at um Triton fór at sigla, hevði ikki borið til at nýtt tyrluna. Ringa veðrið hevði gjørt, at tyrlan hvørki hevði kunna farið á flog ella lent aftur, var Triton farin at sigla móti seglbátinum, sigur Edvard Bjarnason.
Brimil kom á Havnina við teimum átta póllendingunum um 8.30-tíðina í morgun, og tá tók politiið yvir.
Póllendingarnir vórðu verandi umborð á Brimli fram til klokkan 10.30, og klokkan 11.00 var tíðindafundur um bjargingina, men hetta var eftir evstamark hjá blaðnum.