EIN PAKKA AV SAMSON OG EINA GRØNA BÓK !

tórbjørn jacobsen
??????

Strandingurin Eivind Jacobsen er nú farin at spíska seg í valstríðnum. Hann er ikki kandidatur, og skuldi tí verið rímiliga óheftur, og hóast hann er av treiskastu monnum, so er tað oftast skilagott, og væl umhugsað, tað ið kemur frá honum. Hann rør framundir í Dimmu, at teir ið fyrr royktu Niemeyer og brúktu reyða bók, yviri á strandalandinum, nú hava konverterað, og eru farnir at guva blátt Samson við grønari bók, sohvørt sum nýggi landsvegurin skríður út eftir fjørðinum vestarumegin. Hetta er eitt góðsligt skot, skilji tilsipingina, men samstundis er hetta ein viðurkenning frá fyrrverandi bygdaráðsformanninum um, at eysturoyartingmenninir hesi seinru árini, við bit og slit, hava togað løgtingið til at fara undir hesa al- og bráðneyðugu íløguna, sum tað er at nýmótansgera undirstøðukervið vestan fyri í Eysturoy. Mín atkvøða av 32 munaði onki einsamøll, her er væl lyft í felag, og nú røkist fyri, at hendan verkætlanin verður gjørd liðug áðrenn langt umlíður.
Greinin snúði seg annars um ringu støðuna, sum Suðuroyggin er komin í. Hetta er ongin nýggj støða, landsstýrini, ið sótu frammanundan hesum, settu oynna í fokus beinanvegin, og vit vóru greiðir yvir, at so hvørt sum oyggjarnar norðan fyri vóru koplaðar saman, fyri milliardir av skattakrónum, eisini frá suðuroyingum, líka so skjótt fór Suðuroyggin at dragna frá meginøkinum, og vórðu ikki munagóð átøk framd, fór hon at søkka sum vakstrarøki, hóast sítt stóra potentialið.
Álit vóru skrivaði, um økir og útoyggjar, fleiri verkætlanir vóru settar á lunn. Smyril, ferjulegan á Drelnesi, djúphavnin í Vági, Hovstunnilin, Miðnámsskúlin í Vági og Almanna- & Heilsuskúlin á Tvøroyri. Ongin kann siga, at vit ikki gjørdu okkara ítasta. Men vøksturin kom ikki, av fleiri orsøkum. Alingin, ein heil vinna fór fyri bakka, og tá ið hann nú køvdi av vinnuliga, í øllum landinum, gjørdi tað ikki støðuna í Suðuroy betri.
Løgmaður er nú komin við eini ætlan fyri oynna. Hetta er ikki annað enn gamalt vín, stoytt uppí nýggjar fløskur. Lítið annað enn eitt knýtið av øllum tí, sum undanfarna landsstýrið setti í verk og fyrireikaði. Táið hann varð spurdur hvat hetta kom at kosta landsskassanum, var svarið so sera greitt. Ikki eina krónu. Hetta man vera heimsmet í sjaldsamum regionalpolitikki. Í kreppuraktum øki. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sjálvandi ikki stundir at fáast við málið, nú hann umsíðir er farin at orða ein vinnupolitikk, fimm ár eftir at hann setti seg við radiatorarnar úti í Tinganesi.
Hóast Almanna- og Heilsuskúlin kostaði óvanliga nógv politiskt knúgvafeitt, so loyvdi eg mær at siga undir hátíðarhaldinum, táið hann varð tikin í nýstlu, at hetta var bara eitt evarska lítið fet fyri oynna, men eitt stórt stig fyri økis-menningarpolitikkin í landinum. Profetiið gekk ikki út. Og tað fer heldur ikki at ganga út, soleingi embætisverkið stjórnar politikkarunum - og ikki øvut. Royndirnar frá hesum málinum siga alt - í so máta.
Eivind er á rættari leið. Nevndi tað eisini í eini røðu á Jóansvøku, at ein nýggjur Smyril ger hvørki frá ella til. Tað er frekvensurin, sum er avgerandi. Og politiska skipanin og játtandi myndugleikarnar eiga ikki at vera pírnir táið hetta málið kemur á dagsskrá. Suðuroyingar hava rætt til eitt undirstøðukervi inn á miðstaðarøkið og niður á meginlandið, sum ger tað møguligt at reka vinnulív í oynni. Kostnaðurin verður vunnin innaftur fleiri faldað í dynamikki, initiativi, virðisskapan, trivnaði o.s.fr. Og er man samdur um, at hetta er ein regionalpolitiskur trupulleiki, sum skal loysast, eisini hvat kapitali viðvíkur, so má tað málið takast upp, viðgerðast og avgreiðast. Laksafoss kann buktast inni á sínum XL-ørkum í áravís, men tað verður ongin suðuroyingur mettur av. Sum Jelved segði við Fogh hetta kvøldið, ein veðrur verður ikki feitari, bara av at verða sleipaður inn á vektina í tíð og ótíð.
Nú var skotið við síðuna av. Eivind provokeraði. Og evnið er brandaktuelt. Skal loysast. Vælferðarsamfelagið Føroyar tolir ikki, at Suðuroyggin dragnar og bløðir út, til tað er hon ein alt ov stórur og virðismikil partur av landinum.
Nú er fólkatingsval í hondum. Appropos yvirskriftina, so hevur tað verið ein stórur trupulleiki hjá onkrum fólkatingsmanni, at grønar sigarettbøkur ikki verða seldar í Danmark yvirhøvur. Ikki løgið at kioskdáman á flogvøllinum gløddi við, táið eg plagdi at biðja hana um eina tylft av hesum eiturkarminum, áðrenn tjekkað varð inn í flogfarið hjá Atlantsflog, fyri at verða loftborin til ríkisins metropol ? Keypmannahavn.