Løgreglan í London er farin út til minst tríggjar hendingar í býnum – seinast í Vauxhall-økinum. Minst eitt fólk hevur latið lív.
Frammanundan er løgreglan longu á støðum við London Bride og Borough Market.
Løgreglan váttar, at hon hevur fingið fleiri fráboðanir um, at ein bilur hevur koyrt á fótgangarar á London Bridge, eins og at løgregglan er til staðar á Borough Market, har fráboðanir eru komnar um, at onkur hevur stungið við knívi og skotið.
Í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív, sigur løgreglan við BBC.
/ritzau/Reuters