Ein politikari víkir ikki frá sínum fyri eitt gott orð

- Tað hevur avgjørt sett síni merki í tingarbeiðið, at lønin ikki hevur verið hægri enn so, at ein stórur partur av tingmanningini hevur havt annað arbeiði. Tí kemur tað fyri, at tingfólk ikki seta seg nóg væl inni í málini, ið eru til viðgerðar. Fáa tingfólk betri arbeiðsumstøður og tey ikki hava nakað stórvegis annað við síðuna av fer tað at síggjast aftur í orðaskiftinum og tingarbeiðinum, sigur Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður.

Núverandi formaður á Føroya Løgtingi, Finnbogi Ísakson, er varin við at leggja sínar starvsfelagar í tinginum undir ikki at duga at samskifta nóg væl á tingi og í kjaksendingum í loftmiðlunum.

- Í summum av kjaksendingunum í loftmiðlunum verður lagt upp til, at luttakararnir meiri ella minni kunnu rópa eftir hvør øðrum. Tey luttakandi verða sett yvir av hvør øðrum og so vítt eg veit fáa tey at vita, at tey kunnu bróta hvønn annan av. Tí verður sendingin kanska meiri undirhald enn nakað annað. Aðrar sendingar eru meiri siðiligar, har nógv sjónarmið koma fram. Ein partur av orsøkini til, at kjaksendingar kanska serliga í sjónvarpinum enda í orðabardaga er, hvussu tær eru skipaðar og ætlaðar, sigur Finnbogi Ísakson.


Ov ringar umstøður

Finnbogi Ísakson hevur sitið á tingi fyri Tjóðveldisflokkin frá 1966 til 1984, og síðani 1988. Trý skifti hevur hann verið landsstýrismaður, og síðani seinasta vár hevur hann verið tingformaður. Nøkur valskeið í seksti- og sjeytiárunum var hann næstformaður á tingi.

- Tað kemur uttan iva fyri á tingi, at orðaskiftið fer heldur langt burtur frá tí tað snýr seg um, men eg rokni ikki við, at føroyskir politikarar eru meiri persónligir í sínum úttalilsum á tingi enn politikarar í øðrum londum. Orðaskiftið millum politikarar er ofta harðari enn orðaskiftið millum onnur fólk, sigur Finnbogi Ísakson.

Síðani seinasta vár hevur Finnbogi Ísakson ferð eftir ferð ført fram, at tingfólk eiga at brúka ein nógv størri part - helst alla sína tíð - til tingarbeiðið.

- Fáa tingfólk betri arbeiðsumstøður og tey ikki hava nakað stórvegis annað við síðuna av fer tað at síggjast aftur í orðaskiftinum. Trupulleikin er, at tá ið tingfólk hava hálvt ella 3/4 starv við síðuna av, knípir tað við at lesa alt tað sum lesast skal. Sum er hava tey heimild til at hava fulltíðarstarv við síðuna av, men mær kunnugt eru tað tey fægstu sum hava tað. Við nýggju lønarskipanini, ið er í uppskoti, fáa tingfólk eina góða løn, og tá mugu tey ikki hava meiri enn hálvt starv við síðuna av. Tá eigur at verða kravt av teimum, at tey eru meiri á fundum, og tað førir av sær sjálvum við sær, at tá verður minni tíð til annað arbeiði.

- Tað hevur sett síni merki í tingarbeiðið, at lønin ikki hevur verið hægri enn so, at ein stórur partur av tingmanningini hevur havt annað arbeiði. Tí kemur tað fyri, at tingfólk ikki seta seg nóg væl inni í málini, ið eru til viðgerðar. Summi mál eru, sum tingfólk hava nógva vitan um, og tey fáa mangan eina drúgvari viðgerð enn tey hava uppiborið

- At tingfólk kanska hava hug at dyrka ósemjuna er ein partur av demokratisku skipanini. Ein høvuðsuppgáva hjá andstøðuni er at gera vart við um nakað er skeivt í tí, sum samgongan kemur við og fremur. Hon skal finnast at og so kann tað jú henda, at tað verður ósakligt við hvørt, sigur Finnbogi Ísakson.


Lurta eftir hvør øðrum

Síðani seint seinasta heyst hava allir tingfundirnir verið sendir um sjónvarpssendaran. Fólk kring landið kunnu tí heima í stovuni fylgja við í, hvat verður sagt á tingsins røðarapalli. Og ikki so sjáldan hoyrist, at formansskapinum í tinginum heitir á tingfólk um at halda seg til málið, sum er til viðgerðar.

- Møguliga er núverandi tingformaður eitt sindur strangari við hvørt enn teir flestu undanfarnu tingformenn hava verið. Ta fyrstu tíðina eftir, at tingfundirnir blivu varpaðir út, vórðu orðaskiftini heldur longri enn tey plagdu at vera, men tað hevur longu javnað seg. Tingfólk royna at vanda sær um orðini, men tá ið eitt orðaskifti verður heitt kann eitt orð gleppa av munni, sum ikki skuldi verðið sagt. Persónsprofileringin, tað at farið verður eftir manninum ístaðin fyri málinum, er sjálvsagt ikki gott og sakligt. Eftir førimuni roynir formansskapurin at halda stýr á tí og gera vart við tað, tá ið tað kemur fyri.

- Tað kemur fyri, at tingfólk leggja hvør øðrum orð í munnin, men yvirhøvur hugsi eg, at tey lurta eftir hvørjum øðrum, men hvussu væl veit eg ikki. At politikarar eru fastlæstir í síni egnu meining er eyðkent fyri allar politikarar alla staðni. Ein politikari víkir ikki frá sínum fyri eitt gott orð. Sjálvsagt skal ein politikari hava virðing fyri meiningum hjá øðrum politikarum og eisini vera førur fyri at taka nakað til sín sum eina meting. Men tað er grundleggjandi fyri politikarar, at teir hava eitt sjónarmið og tað skal nógv til at sannføra teir um, at teir eiga at meina nakað annað. Annars er tað sum heild menniskjansligt, at fólk fyri ein og hvønn prís halda uppá sítt, sigur Finnbogi Ísakson.


Evnisdagur um samskifti

- Tá ið eg kom á ting í sekstiárunum sótu fyri ein stóran part eldri og gamlir menn á tingi. Teir vóru sáttligir í tí teir søgdu, men tær stóru konfrontasjónirnar, sum vóru í okkara samfelag undir krígnum og eftir kríggið sótu øgiliga djúpt í politikarunum. Kanska vóru teir varnir við at siga nakað, men eg merkti á orðaskiftinum, at gamalt agg lá undir. Eg haldi ikki, at politikarar í dag bera so nógv uppá gamalt agg.

Í hesum valskeiðnum hevur tvær reisur verðið skipað fyri evnisdøgum fyri politikarar, har teir eru kunnaðir um ávís mál og viðurskifti. Og tingformaðurin vísir ikki aftur, at hann fer at skjóta upp fyri formansskapinum at hava ein evnisdag um samskifti.

- Kanska áttu vit at havt ein evnisdag um, hvussu vit samskifta. Eg eri hugaður fyri at tosa við hinar í formansskapinum og umsitingini um tað. Um ikki í vár, so kanska í heyst. Tað hevði kanska verið við til at hækka orðaskiftið í tinginum, sum ein og hvør løgtingsformaður ynskir, sigur Finnbogi ísakson.