Norðuratlantsbólkurin
Danska fíggjarlógin til 1. viðgerð
Danska fíggjarlógin var í dag til 1. viðgerð í Fólkatinginum, og Høgni Hoydal úr Norðuratlantsbólkinum tók orðið av tingsins røðarapalli. Á dagsskránni vóru árliga danska ríkisveitingin, uppskot um nýggjan búskapargrunn og vantandi viðlíkahald av donskum málsøkjum, sum møguliga skulu yvirtakast av Føroya Landsstýri í núverandi valskeiði.
Fyrst og fremst kastaði føroyski fólkatingslimurin ljós á árligu donsku ríkisveitingina. Høgni Hoydal hugleiddi um, hvørjar fyrimunir danska ríkisveitingin (blokkstuðulin) hevur fyri donsku tjóðina. Minimala upphæddin áljóð-andi 0,1% av danska statsbudgettinum, sum danska stjórnin letur norðuratlantisku økjunum, er í roynd og veru eitt loysigjald fyri danskt yvirvald á ovurstórum landa- og sjóøki í Norðuratlantshavi. Ein støða, sum á ongan hátt er nøktandi fyri Føroyar og Grønland.
Síðani lanseraði Høgni Hoydal uppskot um nýggjan føroyskan búskapargrunn. Eitt uppskot, sum eisini var uppi at venda í samráðingum millum føroysku og donsku stjórnina í undanfarna valskeiði, men sum danska stjórnin við Poul Nyrup Rasmussen á odda tá noktaði fyri. Hesaferð vóru tó øðrvísi tónar at hoyra. Sosialdemokratiski framsøgumaðurin í fíggjarmálum, Henrik Sass Larsen, vísti ikki hugskotið aftur og segði, at sosialdemokratiski flokkurin skal viðgera spurningin.
Hugskotið við búskapargrunninum er, at peningur frá komandi privatiseringum, peningur frá eini eventuellari komandi oljuvinnu og peningur frá danska statskassanum, skal haldast burtur frá almennu fíggjarlógini og í staðin nýtast til eitt nú at gjalda niður skuld.
Umframt uppskot um nýggjan búskapargrunn varð ljós kastað á nakrar av teimum yvirtøkum, sum standa fyri framman. Høgni Hoydal metti, at fleiri donsk málsøki, sum føroyska stjórnin hevur í hyggju at yvirtaka, als ikki verða viðlíkahildin av donsku myndugleikunum. Tí er vandi fyri, at núverandi donsk málsøki verða avreidd til føroyskar myndugleikar í so ringum standi, at útreiðslurnar fyri føroyskar myndugleikar vera stórar. Sum dømi um slík misrøkt donsk málsøki kunnu nevnast flogvøllurin í Vágunum, prestagarðarnir kring landið, ríkisumboðsbygningurin og ymsar løgreglustøðir kring landið.