Ein provokatión frá landsstýrinum

? Hetta er ikki ein provokatión, sigur formaður Starvsmannafelagsins í blaðnum í gjár, tá hann verður spurdur um krøvini, sum Starvsmannafelagið hevur sett: 60% í lønarhækking, 35 tímar arbeiðsviku, seks vikur feriu og umsorgardagar.

 

Fíggjarmálaráðharrin er als ikki samdur, og í blaðnum í dag vísir hann øllum krøvunum aftur - sigur, at lønarhækking ikki kemur upp á tal. Við útvarpið í síðstu viku segði hann, at hasi krøvini ikki verða eftirlíkað, so leingi hann er landsstýrismaður.

Starvsmannafelagið hevur fleiri ferðir sannað, at tað ber ikki til at gera eina avtalu við landsstýrið - og tá er tað líka mikið, hvør situr við valdið. Fakfelagið, sum fyri fimm árum síðani vísti stórsinni í krepputíð við at lækka lønirnar 8,5%, fær einki afturfyri - og fær heldur einki endurgoldið.


Útrokningar eru gjørdar, sum vísa, at reallønarmissurin frá 1990 - 1999 er 25,7%. Skal keypiorkan vera tann sama, sum hon var í 1990, so mugu lønirnar hækka 57,6%.


Vit skilja sjálvandi, at fíggjarmálaráðharrin vil fara varisliga fram. Men tá tað nú stendur betri til í samfelagnum, so er tað ikki ov nógv kravt, at løntakarin fær nakað endurgoldið. Tað er rætt, sum formaður Starvsmannafelagsins sigur, at løntakarin hevur goldið fyri kreppuna - tí er eitt krav um endurgjald ikki annað enn rímuligt.


Landsstýrið gjørdi tað sama. Landsstýrið kravdi - og fekk endurgjald frá donsku stjórnini fyri bankabjargingarnar. Harvið vórðu viðurskiftini aftur normaliserað. At Starvsmannafelagið eisini krevur normalisering er ikki annað enn nátúrligt.


At kostnaðarstøðið í Føroyum er ov høgt er ein myta. Tann undanførslan heldur ikki. Er tað hinvegin ein partur í fyrireikingunum til fullveldið - at lønirnar skulu haldast niðri, so hevur føroyski løntakarin ikki gott í væntu.


? Verða krøvini hjá Starvsmannafelagnum eftirlíkað, kunnu vit akkurát tað sama lata Føroyar aftur og steingja hurðina, sigur fíggjarmálaráðharrin, sum heldur, at funnin verður ein loysn, sum øll verða nøgd við - uttan at lønirnar hækka.


Verður framhaldandi hildið fast við, at lønirnar skulu fastfrystast, so eru tað ikki fakfeløgini sum provokera: Tá er tað fíggjarmálaráðharrin og harvið alt landsstýrið, sum provokerar!