Samhaldsfastin og skattalætti
Svíkur javnaðarflokkurin aftur nú, verður tað ein ræðulig gerð.
Ingeborg Vinther er forkvinna í landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag og hon er púra forfard av tíðindunum um, at tað kann henda, at samgongan ikki næsta ár ikki fer at gera eftir avtaluni um at bøta munandi um Arbeiðsmarknaðar-Eftirlønargrunnin, sum vanliga verður nevndur Samhaldsfasti.
Skattalætti ella endurgjald
Sum vit nevndu í Sosialinum í gjár hevur samgongan avtalað at lækka skattin 60 milliónir um árið. Samstundis hevur samgongan avtalað, at samhaldsfasti skal styrkjast, so at útgjaldið longu í 2007 kemur upp á 1900 krónur um mánaðin. Í løtuni er tað góðar 900 krónur og leypir samgongan frá avtaluni, kann tað sostatt merkja í ringasta føri, at pensjónistar kunnu missa slakar 1000 krónur um mánaðin í pensjón.
Men samgongan hevur samstundis gjørt greitt, at avtalan um skattalætta og avtalan um Samhaldsfasta, hanga saman. Verður annað framt, skal hitt fremjast eisini. Men verður annað slept, skal hitt sleppa eisini.
Og tað er júst her, at hundurin liggur grivin.
Næsta ár er ætlanin at lækka landsskattin 60 milliónir. Men spurningurin um talan er um ein skattalætta eftir samgonguavtaluni ella um talan bara er um endurgjald til kommunurnar og skattgjaldaran fyri at yvirtaka barnaverndarøkið og barnaburðargrunnin frá landinum.
Og tað er samgongan ikki blivin samd við seg sjálva enn.
Sostatt skal samgongan nú fyrst definera skattalættan, sum er latin. Er talan um tað fyrra, skal samhaldsfasti styrkjast eftir avtaluni í samgonguni. Men er einans talan um endurgjald, er samgongan heldur ikki bundin av avtaluni um at styrkja Samhaldsfasta.
Svikin lyfti verða dýr
Samhaldsfasti hevur ómetaliga stóran týdning fyri lønatakaran, serliga tey, sum ikki hava høgar lønir og tískil vánaligar pensjónsskipanir. Og tað er fyrst og fremst verkafólkið, sigur Ingeborg Vinther.
Tí hava arbeiðarafeløgini lagt alstóran dent á, at at Samhaldsfasti verður ein stórur og sterkur grunnur.
Samhaldsfasti er álitið hjá tímalønta verkafólkinum. Tað er ikki meir enn at tað kemur fyri, at øll tey, sum arbeiða á fiskavirkjum, fáa eina fulla arbeiðsviku, tí tað kemur so lítil fiskur upp á land og tí hava tey ongan møguleika at spara til sína egnu eftirløn.
Verður Samhaldsfasti ikki styrktur, verða tey sostatt nógv verri fyri í eftirlønaraldri enn øll hini, sum hava góðar eftirlønarskipanir.
Ingeborg Vinther sigur, at svíkur javnaðarflokkurin lyftið um at bøta um Samhaldsfasta, er tað ein ræðulig gerð ímóti verkafólkinum.
Svíkur flokkurin eisini hetta lyftið, fer tað at vera ógvuliga dýrt hjá flokkinum, tí so verður lítið eftir av honum eftir eitt komandi val, sigur forkvinnan í Føroya størsta fakfelag.
Vit hava sett okkara álit á, at Samhaldsfasti skuldi gerast eitt munandi ískoyti tileftirlænina og tí vóni eg ikki, at samgongan svíkur álitið.
Men ger samgongan tað, verður hetta javnaðarflokkinum ein dýr samgonga, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at hon hevur hoyrt leysatíðindi um, at ætlanin um at styrkja samhaldsfasta verður slept, men hon hevur noktað at trúð tí.
Higartil eru skattalættarnir ikki komnir teimum lágløntu til góðar og eg hevði ikki væntað, at javnaðarflokkurin eisini fór at svíkjað lyftið um at styrkja Samhaldsfasta. Eg hevði ikki væntað, at flokkurin vildi betala so høgan prís fyri at tvíhalda um eina samgongu við tveimum borgarligum flokkum.
Ingeborg Vinther sigur, at vísir tað seg, at hetta endar við, at Samhaldsfasti ikki verður styrktur, er hetta eitt mál, sum fakfeløgini noyðast at taka upp.