Nú er so eitthvørt fyri framman, sum hann ræðist verri enn okkum og kemur hann tískil til Føroya á ríkisráðsfund 6. januar.
Eisini boðar forsætismálaráðharrin frá, at hann ikki ætlar at tað skal verða við hetta, nei hann ætlar at koma ein túr afturat, saman við konu síni, seinni út á sumri.
Nú er tað soleiðis, at ein skal verða varin tá gitingar verða grundarlag undir niðurstøðum, tí eru gitingarnar skeivar, so gerast niðurstøðurnar eisini skeivar.
Men eingin ivi er um, at nú er vent í holunu. Tá vit eru tey somu, og eingin nýggj tíðindi, sum tala til hansara fyrimun eru komin fram, tvørturímóti, so má tað ivaleyst verða eitthvørt, sum hevur gjørt verandi ræðslu hansara fyri føroyingum til smáting.
Bankakanningin
Góða viku eftir at forsætismálaráðharrin fer av aftur landinum, kemur úrslitið av nógv umrøddu bankakanningini út til almenningin.
Tað at hann velur at koma áðrenn úrslitið av bankakanningini er almannakunngjørt, kann kanska vera ein ábending.
Vit hava fyrr hoyrt, at tað eru persónar sum hava fingið ábendingar um ávíst sum kanningin fer at avdúka, ella kanska ikki fer at avdúka.
Leiðslan fyri Den Danske Bank valdi at siga frá, at næsti forstjóri í bankanum verður Peter Straarup, tá teir høvdu fingið ábendingar um, at hann ikki komí neyð av úrsliti bankakanningarnar.
Eisini Anna Birgitte Lundholdt lat frætta, at hon hevði fingið ábendingar um, at hon ikki kom í neyð av bankakanningini.
Seinastur í røðini at siga frá sínum ábendingum í hesum máli, er so Jóanes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, sum í seinnu helvt av vikuni ið fór, segði frá, at tær ábendingar hann hevði fingið, vóru eitt gott grundarlag fyri at samráðast við donsku stjórnina, heldur enn at royna málið løgfrøðisliga, tá hetta fór at taka langa tíð og kosta nógvan pening.
Ja, hann legði afturat, at hetta helst kundi geva okkum eitt betri úrslit og var ruddiligari og enntá meira taktiskt.
Fyrst av øllum, so tykist tað ikki sørt ørkymlandi, at tað eru persónar sum fáa ábendingar um úrslitið av bankakanningini, sum annars skuldi verið umgyrd av tøgn til úrslitið fyriliggur.
Eitt annað sum ørkymlar er, at formaður javnaðarflokksins, beint uppundir vitjanina hjá formanninum í danska javnaðarflokkinum, kemur við uppskot um at lata tað løgfrøðisliga í bankakanningini vera líka mikið, og heldur samráðast við donsku myndugleikarnar, í hesum føri við formanni danska javnaðarfloksins á odda.
Rætt skal vera rætt
Tað løgfrøðisliga er einasta trygd fyri at tað sum rætt er verður rætt. Trygd fyri at nakað fæst burturúr samráðingum við donsku stjórnina hava vit ikki, og royndirnar á hesum øki tala við ræðandi dømum.
Nei, latið okkum ikki gloyma, at her hava vit ikki við amatørar at gera, men royndar myndugleikar hvørs hjarta liggur langt av landi skotið.
Latið okkum fáa úrslitið av bankakanningini og lat so rætt vera rætt.
Vit eiga at boða frá, at vit eru fólk ið ikki eru til sølu
Hetta er einasta gongda leið, um vit sum føroyingar skulu kunna ganga við røttum ryggi og lyftari pannu.
Sámal Petur í Grund