Sunneva E. Háberg Eysturstein
Míni upplivilsir av Eivør Pálsdóttir higartil hava verið mong og ógvuliga fjølbroytt, og hava tey skift ímillum alt frá sálmum til kingo og víðari til tripp-hopp, jazz og country. Óansæð hvønn stíl av tónleiki, hon hevur spælt, hevur hon altíð megnað at bergtikið meg og (vil eg loyva mær at siga) allar áhoyrararnar, ið hava verið til staðar. Eisini gerst hon bert dugnaligari og meira hugtakandi fyri hvørja ferð, hon framførir.
Hóast tað, hevði eg nakrar rættiliga blandaðar kenslur, tá eg fór á konsert við Eivøri í Kópavogi seinasta sunnukvøld. Hetta kvøldið skuldi eg fyri fyrstu ferð hoyra tónleikin hjá henni í einum klassiskum høpi, og tað vakti ein lítlan iva í mær. Ein iva um hvørt hendan samansetingin av
klassiskum ljóðførum og Eivør'sa víttfevnandi tónleiki, kundi skapa eina heild...
KaSa byrjaði kvøldið
Tá ið áhoyrararnir høvdu sett seg, og konsertin byrjaði, komu fimm kvinnur inn á pallin. Tað eru hesar fimm, ið manna KaSa hópinn, og eru tær: Áshildur Haraldsdóttir á floytu, Sif M. Tulinius og Helga Þórarinsdóttir á violin, Bryndís Björgvinsdóttir á cello og Nína Margrét Grímsdóttir á klaver. Tær spældu tvey sera væl samanspæld og vøkur løg, ið løgdu eitt gott grundarlag fyri kvøldið.
Síðani kom Eivør á pallin, og saman spældu tær seks kvinnurnar átta løg hjá Eivør, ið hvør sær vóru løgd til rættis av fýra íslendskum tónleikarum, ið eru: Hilmar Ørn Hilmarsson, Árni Harðarsson, Pétur Grétarsson og Kjartan Valdimarsson. Nøkur av løgunum vóru serstakliga væl eydnað, ímeðan onnur kundu tykjast vera í so óruddilig. Um tað var av væntandi venjing ella um løgini ikki vóru løgd nóg væl til rættis, dugi eg ikki at siga. Tá tað er sagt, vil eg venda aftur til tað væl eydnaða og tær løturnar, tá heildin av framførsluni var hægst.
Gullkornini
Fyrsta lagið, ið Eivør og KaSa framførdu, var "Kanska ein dag" av fløguni "Krákan". Eg hevði enn ikki vænt meg við hesa nýggju, klassisku útgávuna av tónleiki Eivarar, men sveimandi høgu tónarnir frá violinini og tvørfloytuni og restin av undirspælinum skaptu eina góða tónlistarliga mynd saman við orðunum "Kanska ein dag finna vit frið, kanska ein dag flúgva fuglar lið um lið. Kanska ein dag, tá høga aldan hevur lagt seg, kanska ein dag so finna vit frið."
Tvey av gullkornunum hetta kvøldið vóru "Hjarta mítt" og "Elisabeth og Elinborg." Bæði løgini vóru væl løgd til rættis og uppnáddu eina vakra eind við røddini hjá Eivøri sum hæddarpunkt. Eisini varð ein góð útseting gjørd av laginum "Nú brennur tú í mær", har KaSa fyrst hevði eina 'pumpandi' og uppbyggjandi byrjan, ið síðani varð eftirfylgd av rútmikki, sangi og gittarspæli frá Eivør.
"Trøllabundin eri eg"
Eg ivist í, at eg eri tann einasta, ið heldur, at Eivør er best sum einstaklingur, av tí at tá kemur hon veruliga til sjóndar sum sonn tónlistarkvinna. Tá er einki, ið órógvar hana í at vera tann, sum hon er, og gera tað, sum hon ger. Ímillum framførslurnar við KaSa, spældi Eivør nøkur løg einsamøll, so sum "Rura, rura barnið" og "Trøllabundin", har hon við ómetaligu rødd síni og indiánara-trummu megnaði at venda hvørjari einastu hugsan og kenslu í salinum til sín. Í "Trøllabundin" syngur hon um, hvussu tónleikurin er fyri hana sjálva, men eisini sigur teksturin júst tað, ið tónleikur hennara ger við áhoyrararnar: "Trøllabundin eri eg, galdramaður festir meg, festir meg"
Bono segði einaferð um Jeff Buckley, at hann var "ein reinur dropi av vatni í einum havi av óljóði", og eg haldi, at hetta kann eisini sigast um Eivør. Hvussu samfelagið so er, og óansæð hvørji óljóð eru rundan um okkum, so skarar røddin hjá henni altíð burturúr og letur okkum sita eftir við einari kenslu av friði og nøgdsemi. Tann blandaða kenslan, eg hevði áðrenn konsertina, var bert bygd uppá botnleysar fordómar, sum vóru gloymdir aftaná. Eivør klárar altíð at útinna sítt verk, tí hon hevur tær røttu tónlistarligu dygdirnar til tað. Saman við KaSa hópinum hevur hon enn einaferð klárað at framført sín tónleik í einum nýggjum, hugtakandi samanhangi, sum uttan iva er verdur at hoyra.
Høvi verður til tað leygardagin 19. februar kl 17, tá Eivør aftur trínur á pallin saman við KaSa hópinum í Norðurlandahúsinum.