Hóast tað ikki er nakað nýtt, so komu tíðindini í sjónvarpinum nú um dagarnar um støðuna hjá Tróndi og strandfaraskipaflotanum sum heild sera dátt við. Vit hava vitað, at skipini eru gomul, og at samferðslukervið treingir til týðandi ábøtur, men at landsstýrið ikki hevur gjørt meira við málið vekir stórbilsni.
Nú fíggjarlógaruppskot er lagt fram og tað er komið fram, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Sámal Petur í Grund ikki hevur sett nakað av til íløgur á hesum økinum, hava vit hava spurt formannin í tí størsta andstøðuflokkinum, Jóannes Eidesgaard, hvat hann hevur til at siga til skilið á samferðsluøkinum og hvat javnaðarflokkurin annars hevur í kvittanum á hesum málsøkinum!
Jóannes Eidesgaard vísir á, at íløgurnar á fíggjarlógini eru øktar úr 75 mill. upp á 112 mill. kr. í uppskotinum fyri 98, og hetta er ein øking uppá nærum 50%, og tá tú økir íløgusíðuna so nógv, so átti tað at givið pláss fyri onkrari endurnýggjan av onkrum av teimum gomlu skipunum hjá Strandferðsluni.
-Hyggur tú so eftir, hvat samferðsla og samskifti hevur av íløgum, so er talan um ein triðing ella 40 mill. kr. av íløgunum. Men av hesum fær Strandferðslan til nýútvegan einans 3 mio., og hetta røkkur ikki til meira enn útskiftan av vanligum smáttaríum, so fíggjarlógaruppskotið peikar als ikki á nakra ætlan um nýggjar íløgur sigur tingmaðurin.
Jóannes Eidesgaard ber ótta fyri, at skipanin virkar ikki sum hon eigur, nú tá tað sær út til, at politikkurin er, at hvør landsstýrismaður skal halda seg innan fyri ávísar karmar á íløgusíðuni.
-Tað er ikki rætt, at tú pettar íløgusíðuna út á tey ymsu málsøkini. Støðan er tann, at íløgurnar eru pettaðar sundur nógv smærri øki. Landsstýrið má yvirornað siga, hvørjar íløgurnar eru, sum skulu fremjast í hesum og hesum skeiðnum. Tann yvirornaða viðgerðin er als ikki til. Landsstýrið hevur als ongan politikk, tá talan er um at gera íløgur sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin og vísir til einastu undantøkini í so máta, nevniliga Albert Hall og peningur til nýtt vaktarskip.
Niðurslitin
Jóannes Eidesgaard sigur, at strandferðslustjórin hevur gjørt fíggjarnevndina varuga við, at flotin er niðurslitin. Hann hevur ein meðaldur uppá 30 ár, og tað elsta skipið er 70 ára gamalt, meðan tað næstyngsta er Ternan, sum stendur á beding. Hon er 17 ára gomul.
Strandferðslan mælir til í 98 at byrja tvær nýggjar íløgur, onnur til Sandoynna og hin til Suðuroynna uppá 180 mill. kr. Mælt verður til at brúka 40 mill. kr. í Sandoynni. Jóannes Eidesgaard heldur, at við 40 mill. av eini samlaðari íløgu uppá 112 mill. kr. skuldi verið pláss til at sett hol á at bygt eitt skip til Sandoyarsiglingina. Men tað er so ikki gjørt.
Hann tekur tí undir við teimum sandoyingum, sum hava úttalað seg um, at tað skilabesta hevði verið at bygt eitt nýtt skip.
-Hví ikki lata eina føroyska skipasmiðju fáa hesa uppgávuna! Triðingur er rein arbeiðsløn, og av henni fær tú helvtina innaftur í skatti.
Bara eftir reyv
Hvat heldur Jóannes Eidesgaard um handfaringina hjá landsstýrismanninum av hesum málum!
-Síðani hann hevur tikið við sum landsstýrismaður við samferðsluni sum ábyrgdarøki hevur hann megnað at niðurleggja eina Skotlandssigling og avreitt hana til Skipafelagið. Hann hevur selt Teistan, sum varð eitt frálíkt skip, til spottprís aftaná at ein hevði brúkt milliónir at gera skipið í stand. Haraftrat hevur hann roynt at keypa ein gamlan rustikust úr Stórabelti, sum eitur Kagga, til Skálafjarðarsiglingina, nakað sum annars ikki átti at havt fyrsta priorietet. Hetta prógvar, at tað er fullkomin tørvur á forstáilsi, hvussu tingini hanga saman.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta prógvar eisini eina vánaliga, ódugnaliga og næstan óbrúkiliga politiska stýring á samferðsluøkinum.
Hann vísir annars á, hvat tað eru fyri íløgur sum Sámal Petur í Grund prioriterar. Tað er Tórsvøllur, Kirkjubømúrurin og undirsjóvartunnil.
Jóannes Eidesgaard heldur fyri, at utttan mun til um ein er samdur ella ósamdur í hesum íløgum, so má tað vera mest umráðandi, at tær gjørdu íløgurnar verða hildnar við líka og verða uppgraderaðar heldur enn at fara og gera heilt aðrar og nýggja íløgur.
At landsstýrismaðurin vendir bakið til veruleikan er eisini ein niðurgerðing av teimum fólkum, sum arbeiða á samferðsluøkinum og sjálvandi ikki minst brúkarunum. -Hugsa vit um Sandoynna, so vita vit, hvussu stóran týdning tað hevur fyri menningina av vinnulívinum í oynni, at flutningsviðurskiftini eru í lagi.
Treytin fyri at vit kunnu hava eitt Føroyar sum vit hava í dag, er tann, at vit hava eina vælvirkandi samferðslu.
-Men fara tit sum andstøða bara at standa og hyggja at hesi óhepnu gongd?
-Tað fara vit ikki. Eg ivist ikki eina løtu í, at tað verður ein samd fíggjarnevnd, sum fer at taka støður, sum ganga púra uppá tvørs av tí, sum landsstýrið skjýtur upp. M.a. í hesum spurninginum. Eg haldi Eyðun Viderø hevur sagt tað so týðuliga, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli.
Jóannes Eidesgaard sigur, at fyri teir, sum hava upplivað kollektiva stýrið, er tað ein sera undarlig kensla nú at síggja, hvussu mál koma óviðgjørd úr Tinganesi niðan í tingið.
-Tá vóru loysnirnar í einum fíggjarlógaruppskoti liðugt viðgjørdar í samgonguni og har vóru gjørdar nakrar yvirornaðar priori-teringar, sum ein kundi fáa gjøgnumført í tinginum. Nú kemur hvør maður í sínum lag og skjýtur upp t.d. íløgur av ymsum ivasomum slag uttan at hava nakra sum helst uppbakking í samgongu og kanska nóg illa í sínum egna flokki. Tað, sum kemur niðan í tingið, er tí einki annað enn ein rótibutikk, og tí noyðist Fíggjarnevndin nú at royna at gera nakrar prioriteringar fyri landsstýrið.
Jóannes Eidesgaard ivast ikki í, at fíggjarnevndin fer at taka spurningin upp um strandferðsluna , so møgu-liga er tað ein loysn fyri hesum máli, har ein vrakar ein part av uppskotinum hjá Sámal Petur í Grund við tí grundgeving, at hetta er ov ókvalifiserað til at tað kann brúkast til nakað sum helst.
-Við hesum uppskotinum hevur Sámal Petur í Grund víst, at hann als ikki hevur skilt, hvat tað er fyri eitt málsøki hann umsitur. Sjálvandi kann eitt óhapp henda við einum skipi, men tað er meira enn tað. Tíðin er farin frá Trónda. Hetta átti landsstýrismaðurin fyri langari tíð síðani havt gjørt sær greitt.