Í morgun hevur Aksel V. Johannesen, Føroya løgmaður, sett politisku formonnunum á løgtingi stevnu, har evnið fyri fundin er stjórnarskipanin.
Frammanundan var tó ógreitt, um allir formenninir fóru at møta til fundin. Við in.fo hevur Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, nevniliga upplýst, at hann ikki visti, um hann luttók á fundinum.
Tá in.fo fekk orðið á sambandsformannin í morgun, var hann á veg á fundin. Men hann hevur síni fyrivarni.
- Hetta sær út til at vera Tjóðveldi og Framsókn, ið royna at sníkja loysingina inn gjøgnum bakdyrnar, og fyri mær er óskiljandi og ófatiligt at Javnaðarflokkurin svíkir síni vallyftir og letur seg draga eftir hárinum av hinum, sigur Bárður Nielsen, ið leggur afturat.
- Fyri okkum er avgerandi, um hetta verður innanfyri ella uttanfyri ríkisgrundlógina. Um hon er uttanfyri, so er Sambandsflokkurin ikki við.
Ein av ætlanunum, ið hevur verið nevnt, er at stjórnarskipanin skal staðfesta, at tað er í Føroyum, at valdið liggur. Tað metir Bárður Nielsen ikki vera neyðugt.
- Tað verður snakka um at staðfesta sjálvsavgerðarrættin, men vit hava fullan sjálvsavgerðarrætt. Tað krevur bara eina fráboðan frá okkum um, at vit loysa, so eru vit meldaði úr danska ríkinum. Tað skal eingin nýggj lóg til tað, sigur Bárður Nielsen.