Føroyingurin Thurid Zwinge hevur høvuðsleiklutin í einum nýggjum donskum/føroyskum krígssøguligum filmi: Ein søga um at finna kærleikan, men samstundis eisini eitt spennandi innlit í heimssøguna, har sagt verður frá, hvussu ræðuleikarnir frá krígnum eisini raktu Føroyar.
Aftan fyri hvørja hurð er ein søga. Men ikki allar hurðar goyma eina dramatiska lokala søgu, ið samstundis er heimssøga og ein stór kærleikssøga.
Aftan fyri úthurðina í einum reyðum raðhúsi í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn finst ein slík søga. Hon verður søgd av einari lítlari og lívsglaðari eldri kvinnu, Thurid Zwinge.
Í 1940 varð hon - eins og allir aðrir føroyingar - drigin inn í 2. heimsbardaga. Men tá Thurid fall fyri einum enskum yvirmanni, kom hon krígnum nærri enn flestu aðrir føroyingar: Kríggið og kærleikin drógu hana burtur frá móðurlandinum og djúpt inn í krígsins myrka veruleika. Hetta broytti lív hennara fullkomiliga.
Hendan søgan verður nú søgd í einum nýggjum dokumentarfilmi.
Danski tíðindamaðurin Uffe Bregendahl hevur saman við føroyinginum Jógvan Olsen, ið hevur verið hansara fasti samstarvsfelagi gjøgnum fleiri dokumentarfilmsframleiðslur til TV2 DANMARK, gjørt filmin.
Sendingin THURIDS KRIG er send í Mið- og Vesturjútlandi og nú er tíðin komin til at geva føroyingum innlit í søguna hjá Thurid Zwinge.