Ein sólríkur seinnapartur í januar

 Vetur
 
Føroyar eru vakrar - ikki bara um summarið, tá ið tær eru í summarbúna, men alt árið og eisini um háveturstíð í januar. Haldi, Rói Patursson hevur skrivað í fororðum til ein ferðamannafaldara, at tú nevniliga ongantíð hevur sæð, hvussu vakrar oyggjarnar eru! Trúgvi, at í hesum liggur, at tú ongantíð hevur sæð vakrastu myndina, ið hugsast kann. Tað verður altíð ein onnur mynd, sum tekur metið frá teirri, tú helt vera vakrast.
  Myndin av kvøldarsólini, eg tók hendan seinnapartin í síðstu viku, fær okkum í ein ávísan mun at skilja orðini hjá Róa, hóast tey kunnu tykjast abstrakt.
  Vakurleikin er nevniliga endaleysur...
  Sonurin kemur inn. Er júst komin aftur av Kambsdali. Spyr, um myndatólið er løtt. Spyrji hví. Svarið er, at tað er so vakurt at síggja úteftir Skálafjørðinum beint nú.
  Jú, tað havi eg sæð, og myndin er longu tikin...
  Vísi honum myndina á telduni. Hampiliga góð av einum amatøri.
...
  Veðrið hevur verið so frálíka gott í januar, og tað byrjaði longu nýggjársaftan. Skálafjørðurin liggur næstan hvørt kvøld so spegilsblankur við ljósunum bleiktrandi útyvir fjørðin.
  Tað er stuttligt at vera útróðrarmaður í hesum døgum.
  Onkur hevur sagt, at hetta er fyrstu ferð, at útróðrarmenn hava tjent pengar.
  Veðrið er gott, og nógvur fiskur er at fáa.
  Tað er stuttligt at vera tann, ið søkir sjógvin - so leingi, tað varar.