Óli Jacobsen
???????????
Tað vísir ein sera dámligan menniskjansligan eginleika, at limirnir í Búskaparráðnum vilja verja sín kroysta formann í hes-um tíðum. Men hetta kann vera eitt høvi til at seta nøkur viðurskifti uppá pláss.
Tað, sum er avgerandi í øllum hesum máli, er, at danskir politikkarar so ella so hava lagt seg út í innanhýsis føroysk viðurskifti.
Her ganga øll spor aftur til Hermann Oskarsson. Tað, sum hevur skapt røringina millum føroyskar politikkarar er framløgan, sum verður endurgivin í Berlingske Tidende tann 28. mai, har Hermann verður beinleiðis endurgivin fyri at hava sagt um danska blokkin: "Det er en fantastisk situation. Men gider Danmark fortsat betale til en nation, der har haft store overskud??"
Hertil svara danskir politikkarar, leysliga endurgivið, at er blokkurin veruliga skaðiligur, so gera vit jú føroyingum ein beina við at endurskoða hann.
Nú aftaná, at hetta hevur skapt alt rokið í Føroyum, sigur Hermann seg vera skeivt endurgivnan. Hertil er bert at siga, at um eg sjálvur hevði verið so skeivt endurgivin, sum Hermann sigur seg vera, og við teimum avleiðingum, sum kundu forútsíggjast, so hevði eg í stundini kravt eina rætting frá blaðmanninum at koma í blaðið dagin eftir, og eg hevði sent rættingina til føroysku fjølmiðlarnar eisini. Tá hevði einki meira hent.
Ikki tess minni so tosar Hermann uttan fyrivarni aftur nakrar dagar seinni við sama blaðmann um fiskimannaskattin, og hevur hetta eftir tí fyriliggjandi sum úrslit, at formaðurin í donsku fíggjarnevndini beinleiðis hóttir føroyskar myndugleikar "uppá blokkin" vegna hetta mál, sum eisini er eitt innanhýsis mál í Føroyum. Júst hetta styrkir ikki undanførslurnar hjá Hermann.
At tey, sum varða av hesum málum, gera bart, hevur einki við avmarking av talufrælsinum at gera. Hetta er ein spurningur, um tað veruliga einki mark skal vera fyri, hvat ein føroyskur embætismaður kann vera orsøk til. Í hesum førinum er tað ein hóttan móti føroyskum sjálvsavgerðarrætti.
Her skal ikki sigast eitt ringt orð um Búskaparráðið. Men hesi eru øll "serfrøðingar" - cand. í einum ella øðrum. Í ráðnum er ikki skuggi av fólki við praktiskum tilknýti til fiskivinnuna. Ein slíkur var í ráðnum fyri nøkrum árum síðani. Hann tók seg úr, og tað kundi verið ein góður spurningur, hvør orsøkin var til tess.
Men hetta forðar tó ikki ráðnum at ráðføra seg við ta vinnu, sum tað hevur so avgjørdar meiningar um. Sambært lógini kann formaðurin víðka ráðið við persónum, sum hava tilknýti til eitt serligt øki. Hetta hevur hann ikki gjørt. Niðurstøðurnar verða sjálvsagt hareftir.
Tá ein lesur t.d. frágreiðingina fyri 2003, so er tað sum at lesa eina búskaparliga lærubók ella høvuðsuppgávu hjá einum, sum skal hava endaligt prógv. Alt er antin svart ella hvítt. Ber ein fyritøka seg ikki, so skal hon fara á húsagang, basta! Her ger tað ongan mun, um virkið er landfast, og at tað kann byrja aftur við øðrum eigarum, ella talan er um eitt skip, sum fer av landinum med alla.
Tað verður als ikki tikin hædd fyri, at tað er eisini nakað, sum eitur gerandisdagur á økinum. Tað tykist greitt, at Búskaparráðið metir síni sjónarmið sum bíbilskar sannleikar, sum eingin skal kunna seta spurnartekin við. Tað er sjáldan, at viðurskiftini í einum gerandisdegi eru so einføld.
Skeivar grundgevingar um fiskimannaskatt
Taka vit t.d. málið um fiskimannaskattin, so er hetta á sama hátt. Grundgevingarnar eru sera eintáttaðar. Onkur sjónarmið kunnu vera røtt, meðan onnur eru ivasom og aftur onnur beinleiðis skeiv. M.a. verður sagt, at fiskimannaskatturin sum frálíður fer at gera tað, at reiðararnir fáa bíligari arbeiðsmegi. Hetta er púra skeivt. Hetta kundi verið rætt, um fiskimenn fingu t.d. mánaðarløn og tað skuldi verið samráðast um eina slíka annaðhvørt ár. Tá kundi skattaskipanin ávirkað lønarkrøvini.
Men fiskimenn fáa jú ein prosentpart av veiðini, og so leingi hesin verður fasthildin, er ikki grundarlag fyri hesum sjónarmiði. Í veruleikanum er parturin hjá fiskimonnum øktur síðan fiskimannaskattin, og tekur tað eisini grundarlagið undan umrøddu grundgeving.
Men grundað á hesa skeivu niðurstøðu verður komið til eina aðra skeiva niðurstøðu. Nevniliga at við bíligari arbeiðsmegi fáa reiðararnir áhuga fyri at seta fleiri fiskimenn í starv enn neyðugt, og hetta minkar tískil um arbeiðsmegina í øðrum vinnugreinum. Hetta sjónarmið er eisini prógv um eina grundleggjandi manglandi vitan um lønarskipanina við fiskiskipum. Tá reiðarar kortini gjalda sama prosentpart - uttan mun til manningartal - er tað als ikki í teirra áhuga at seta fleiri fólk. Hinvegin virkar skipanin á tann hátt, at skiparar, sum eru teir, sum seta fólkið, hava áhuga í at hava fægst møguligar mans við, tí meira verður tá í part uttan mun til skatt ella ikki.
Ráðið hevur eisini útihýst ta mest ítøkiligu grundgevingina fyri fiskimannaskattinum. Nevniliga at eggja fiskimonnum til at búgva í Føroyum, samstundis sum teir útvega sær arbeiði á útlendskum fiskiskipum. Hetta vildi økt um okkara arbeiðsmarknað og talið á arbeiðsplássum, sum tað kann vera tørvur á, ikki minst í hesum døgum.
Hvat um Búskaparráðið tók í egnan barm?
Mannagongdin hjá Búskaparráðnum tykist at vera tann sama sum við serføroyskari løgfrøði. Byrjað verður við niðurstøðuni, og so skulu grundgevingarnar lagast til hana, uttan mun til um tær eru rættar ella ikki.
Tað er ikki so løgið, at fiskivinnan og fiskimenn ivast stórliga í Búskaparráðnum og meta tað at vera eitt slag av hóttan móti tess áhugamálum. Fólkini í fiskivinnuni eru nú ikki so eiðasør, sum ein kann fáa fatan av. Tað vóru vit, sum fyrst og fremst fingu skipað fyri marknaðarbúskapi í flakavinnuni seinast í 80-unum.
Heldur enn hetta sjálvrættvísi kundi Búskaparráðið tikið í egnan barm. Tað kundi spurt seg sjálvt, um tess arbeiðsháttur og stílur ikki er tann veruliga orsøkin til ta støðu, sum hevur fingið ráðið út í hesa bjargingarroyndina av formanninum.
Hetta kundi verið eitt gott evni til komandi fund hjá ráðnum. Nevniliga hvussu ráðið sjálvt kann forða fyri at koma í eina slíka støðu aftur.