Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar, tá ið hann verður spurdur, um tað ikki hevði verið meiri rættvíst at útvega sær meirinntøkur umvegis brennievni heldur enn vegskattin.
Fleiri røddir hava borið fram, at bilar, sum koyra meiri enn aðrir, dálka meira og slíta vegirnir í størri mun enn aðrir, og tí eiga hesir eisini at gjalda meira. Tí halda fleiri, at tað hevði verið meiri demokratiskt at lagt hægri avgjald á brennievni heldur enn at hækka vegskattin.
- Vit hava viðgjørt málið í samgonguni, men undirtøka var ikki fyri tí. Tað er ein samgonguavtala, at øktu inntøkurnar skulu fáast inn umvegis vegskattin, og meiri fái eg ikki sagt, sigur Bárður Nielsen í stuttari viðmerking.