Men eg giti, at Jógvan á Lakjuni hevur sæð skrivtina á vegginum. Tað hava vit í Urguleikarafelagnum eisini sæð í fleiri ár, og tað hava ymsu føroysku dansifeløgini eisini.
Um vit einki minnast uttanat, ber t.d. ikki til at kvøða. So einfalt er tað.
Og um vit ikki mýkja okkara sangvøddar, fara vit úr trening.
Sangrøddin er sum kunnugt okkara einasta viðfødda musikkinstrument. Um vit ikki trena hetta instrumentið, sovnar tað.
Hetta sigur okkum so mikið sum at, læra vit ikki okkara smábørn at syngja og at minnast, so “slóknar peran”.
Frá barnagørðunum vita vit, at smábørn altíð eru motiverað at syngja, tey royna, og tað bilar einki, um tey eru sum kálvur í flóri. Um nú sangurin helt fram, tá ið tey komu í skúla, var eingin vandi á ferð. Børnini fóru so at blíva við at syngja í nógv ár.
Eg fái meg ikki at trúgva, at Jógvan á Lakjuni hevur tankar um at fara aftur til Svarta skúlan, revsing og terping.
Hvussu varðveita við sangskatt okkara?
Vit kunnu kanska ímynda okkum, at allir 1, 2, 3, flokkar í Føroyum eina ferð um dagin syngja ein føroyskan sang inni í síni egnu skúlastovu, kanska í einum ávísum tíma. Tað kunnu vera føðilandssangir, sálmar ella nútíðar slagarar. Tá ið tey eru komin í fjórða flokk, eru tey “útlærd” og kunnu nú fara í holtur við aðrar avbjóðingar. Tey eru blivin von við at”lyfta upp sínar røddir” uttan at smæðast og duga óivað nógvar tekstir uttanat.
Men her er eisini ein annar vinningur. Børnini halda tað ikki longur vera møtimikið at minnast nakrar reglur uttanat, og sangvenjingin fer at eggja til at lesa tekstirnar, samstundis sum tey eru í ferð við at læra seg at lesa. (Klók fólk halda, at tað at fáast við tónleik hjálpir til við innlæringini av fleiri skúlafakum.)
Børnini verða ríkað av frægastu løgum og yrkingum okkara á móðirmálinum. Hetta viðførið verður teirra trúgvi fylgissveinur restina av lívinum. Tey fáa eitt ávíst dannilsi, sum ger tey betur før fyri at kenna mun á kvaliteti og tómum lirum-larum, hvør veit – kanska fer sangurin at gróðurseta onkran ungan skaldaspíra.
Um vit ikki gera nakað fyri at varðveita sangskatt okkara, kann tann dagur upprenna, tá ið eingin miðnáttarsangur fær verið á Ólavsøku, tí eingin kennir sangirnar longur.