Góði Guttormur, nú fór tú so brádliga. Ikki vardi tað okkum, at tú takkaði fyri teg, og sovnaði inn í ævinleikan bert fáar dagar undan at tú vildi blivið sjeytifimm. Vit høvdu ætlað okkum at geva tær eina líkinda gávu, men hetta verður nú av ongum, og helst fært tú bert okkur prýði, tá vit bera teg síðsta strekkið til tín hvíldarstað.
Trúliga var tú til kaffi hvønn morgun kl 10, og saknurin verður stórur, nú tú ikki kemur meira. Kanska lata vit stólin standa, so tú bukkar beinini tá tú í okkara huga leggur leiðina framvið.
Hugsaði um tað í síðstu viku, helt at tú í seinastuni líkasum var blivin heldur róligari, nakað sum líktist tí at fáa frið í sinnið. Helt, at hetta kanska hevði samband við, at tú nú var liðugur, at umseta tað tú setti tær fyri, og at tú júst var komin aftur av ferð í Íslandi við svenska soni tínum og hansara familju. Eisini hevði tú keypt tær ferðaseðil til Danmarkar, at vitja dóttir tína í Keypmannahavn og abbadóttrina. Ferðin gjørdist av ongum, tí lagnan vildi tað annarleiðis. Møguliga var tað bara tað at tú føldi teg liðnan, og hevði gjørt tað tú skuldi. Løgi var tað í hvussu er, at seinasta sendingin tú sást, varð sendingin, ið varð tikin upp seinasta mánadag, har tú greiddi frá um høvuðsverkið “kaldbaksbátin”. Tá sendingin var at enda, sovnaði tú helst burtur, nøgdur við tað tú sást.
Nú verða ikki fleiri trætumál um hvørt tað er “góðan morgun” ella “góðan dag”, tí morgunmaður vart tú, og dagurin var longu gamal tá tú komst. Nú verða ikki fleiri samrøður um lívsins viðurskifti, um náttúrunar loyndarmál og lívsins óloysiligu spurningar. Ikki fleiri lesarabrøv og seinasta cigarin er eisini sløkt.
Tú segði mær herfyri, at tú tók hvønn dag sum eina gávu. Eg hevði ynskt tú átti nakrar fleiri gávudagar, men har gjørdist einki, tú átti ikki fleiri hjartasløg.
Guttormur! Hetta gjørdist ein sorgardagur, men hetta fáa vit ikki gjørt nakað við, tí hetta er lívsins gongd, so hvíl í friði har tú ert, og takk fyri tíðina eg var heppin at kenna teg.
---------
Vinur tín Jan,
Havlívfrøðiliga royndarstøðin, Kaldbak, 19. oktobur 2010