Hvat minnist tú best frá 2013?
- At ES útilokaði og setti í gildi handilsforðingar móti Føroyum. At Danmark stongdi havnir sínar fyri føroyskum skipum - og at B68 vann 1. deild og flutti upp.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?
- Ein serliga kensla, tá sonur og sonarkona okkara vórðu vígd í Gøtu kirkju tann 19. oktober. Hesa løtuna kendi eg meg ríkan. Ein vælsignaður dagur saman við teimum, næstrafólki, vinum og kenningum. Eisini var tað ein serlig uppliving at vera bønhoyrdur í februar, tá elsti beiggi mín yvirlivdi ein sera, sera álvarsligan likamsskaða. Tøkk havi Gud, læknar og onnur starvsfólk á Landssjúkrahúsinum.
Hvat vilt tú helst gloyma í 2013?
- Eg ynski fyrst og fremst at gloyma tápiligar og innihaldsleysar útsagnir í Tingvarpinum.
Hvat ynskir tú tær í 2014?
- At tað fer at gangast mínum kæru, ætt, starvsfeløgum, vinum og kenningum – ja øllum føroyingum og Føroyum væl í øllum lutum. At politiska skipanin megnar at finna haldgóða semju um eina nýggja fiskivinnuskipan, sum er grundarlag fyri fólkavøsktri og menning í einum samhaldsføstum Føroyum. Eg vóni eisini, at tað umsíðir fer at eydnast at finna semju um eina grundlóg fyri Føroyar. Sum varaborgarstjóri í Nes kommunu havi eg sjálvandi eitt serligt ynski um, at bygdaráðið megnar at skipa so fyri, at okkara kommuna framhaldandi mennist til gleði og gagn fyri allar okkara borgarar. Gott nýggjár, eru seinastu orðini hjá Súna í Hjøllum.