Ein setti koyrikortið upp á spæl við at koyra ov skjótt

Løgreglan var í gjár úti og máldi ferð, tosaði ungardreingir til rættis og klipti nummarplátur

Í gjár var løgreglan millum Fjarða í Eysturoy og gjørdi ferðmátingar. Tað gav eitt mál, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Talan var um ein bilførara, sum varð máldur at koyra 111 km um tíman, og tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.

Í Vágum hava fólk gramt seg um larmandi prutl á kvøldi, og so var eisini í gjár. Løgreglan fór á staðið og tosaði við hesar ungu dreingirnar, sum órógva kvøldarfriðin í Vágum.

– Ofta loysir tað seg betri at tosa við tey ungu og greiða teimum frá vandunum, heldur enn at jagstra tey og skriva bøtur, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan steðgaði eisini tveimum bilførarum, sum tosaðu í telefon, meðan teir koyrdur. Tað gevur bæði klipp í koyrikortið og eina bót.

Og um 17 tíðina í gjár fekk løgreglan boð um, at eitt ferðafólk varð dottið og hevði brotið fótin á Trælanípuni.

Náttin hevur annars verið friðarlig, men tó so, løgreglan tók fimm sett av nummarplátum í høvuðsstaðarøkinum. Tað er av bilum, har eigarin annaðhvørt ikki hevur rindað vegskatt ella tryggin, ella hevur hann ikki møtt til sýn við bilinum.