Andaligi leiðarin í Iran, Ayatollah Khamenei, rósar Hizbollah, tí eftir hansara tykki hevur felagsskapurin prógvað, at tað ber til at geva Ísrael hernaðarliga mótstøðu og at vinna á ísraelska herinum.
Í einum brævi, sum Khamenei hevur skrivað, og sum bleiv lisið upp í iranska sjónvarpinum, stendur, at tað heilaga kríggið í Libanon var ein átrúnaðarligur sigur fyri Islam. Krígið vísti, at tað er ikki talið á hermonnum, herskipum og flogførum, sum er avgerandi í einum kríggi, men heldur trúgvin og tað heilaga kríggið, skrivar Khamenei og róasr leiðaranum í Hizbollah, Hassan Nasrallah, fyri støðufesti og dirvi.
-Tit prógvaðu, at tað ber til at basa Ísrael, skrivar andaligi iranski leiðarin.
Ayatollah Khamenei skrivar eisini, at ísraelska loftálopið á libansku bygdina Quana vísir, at tað er eingin munur á USA og Evropa. Hann hartar eisini amerikanska forsetan, George W. Bush, tí hann kallaði ísraelsku álopini á Libanon sjálvverju.