Ein sjáldsom stjørna

Sjáldan havi eg hitt nakað menniskja so fangandi, sum Lisa Ekdahl er. Eftir at hava tikið í hondina á henni og sagt gott kvøld, eri eg longu bergtikin. Hon er so sera nærverandi og rólig, at eg ikki kann annað enn undrast, og lata meg draga inn í hennara heim eina løtu

Lítillætnið tykist vera veruligt, tá eg takki henni fyri eina góða framførslu. Hon hyggur niður og takkar afturímóti. Hon er so full av mótsetningum. Um somu tíð sterk og skroypilig. Tykist lítil og spøk, men hevur júst sýnt eina ótrúliga styrki á pallinum og ímeðan hon tosar, hyggur hon uppá meg allatíðina, uttan at sleppa eygnakontaktini so mikið sum eina løtu. Røddin er spakmælt og mild, ímeðan hon greiðir frá.

Áskoðaratalið einki at siga
? Í gjár spældu vit í Keypmannahavn fyri 30.000 áhoyrarum, og í kvøld eru vit her. Í kvøld spældu vit fyri nógv færri fólkum, men tað løgna er, at tað hevur yvirhøvur einki at siga, hvussu nógv fólk eru og lurta. Tað, sum hevur týdning er tað, sum hendir á pallinum. Bæði í mær, ímillum meg og mínar tónleikarar og ímillum meg og tey fólkini, sum eru komin at lurta, sigur Lisa. Hon nýtir hendurnar, ímeðan hon tosar, og brúnu eyguni hyggja allatíðina beint í eyguni á mær, sum vil hon tryggja sær, at eg fái alt við, sum hon sigur. ? Tað ger mær ongan mun, hvussu nógv fólk eru har. Bert mín uppliving og upplivingin hjá áhoyrarunum er týdningarmikil, greiðir Lisa Ekdahl frá.
? Í kvøld vóru jú nógv færri fólk enn í gjárkvøldið, men upplivingin er fyri meg júst líka sterk og júst líka intensiv, hóast áskoðaratalið ikki er líka høgt.
? At spæla her var ein fantastisk uppliving. Vit vóru sera glað og vælnøgd við framførðsluna, bæði eg og mínir tónleikarar, sigur hon. Hon tosar spakuliga, hálvavegna teskar, og eg leggi til merkis, at eg geri tað sama.
Spyrji hana hvaðandi íblásturin kemur. Hon svarar, at hon sjálvsagt fær sera nógvan íblástur frá sínum egna lívi og egnum upplivingum. ? Men av og á kemur íblásturin eisini frá fólkum, ið standa mær nær. T.d. fái eg nógv frá mínum allarbestu vinkonum. Bara at vera saman við fólki, sum standa mær nær, gevur mær sera nógvan íblástur. So av og á skrivi eg um míni nærmastu og av og á skrivi eg um meg sjálva. Til tíðir kann tað vera torført hjá lurtaranum at avgera hvørt tað er um meg, eg syngi, ella um tað er um onkran, sum stendur mær nær, greiðir hon frá við einum smíli. Hon tosar á syngjandi svenskum, og ger sær stóran ómak við at tosa týðuligt og greitt.

Trælur av egnum sangum?
Táið Lisa var 18 ár, skrivaði hon sangin Vem vet, sum gjørdi hana sera kenda. Men hóast hon hevur skrivað óteljandi sangir og givið nógvar fløgur út síðani, so er tað framvegis sangin Vem vet, sum fólk altíð vilja hoyra. Eisini føroyingar vildu hoyra henda sangin. Er hon ikki vorðin troytt av at syngja somu sangirnar umaftur og umaftur? Er hon á einn hátt ikki vorðin trælur av sínum egna lurtaraskara?
Lisa hugsar seg um eina løtu, áðrenn hon svarar.
? Fyri meg er tað so, at t.d. í kvøld, tá eg sang Vem vet, og eg kendi, at áhoyrararnir svaraðu aftur og vóru við, tá er tað heilt ómøguligt fyri meg at kenna meg troytta av sangunum. At áhoyrararnir respondera, gevur sanginum lív og gevur honum nýggja meining fyri meg, sigur hon og krosskastar knýttu nevnarnar inn at bringuni, sum helt hon einum barni. Hon hugsar aftur eina løtu. ? So hetta samskiftið ímillum meg og lurtaran ger tað ógvuliga ringt fyri meg at gerast troytt av sangunum. Faktiskt er tað so, at samskiftið við publikum heldur sangunum livandi fyri mær, staðfestir hon síðani.
Eg biði hana síðani lýsa seg sjálva. Hvør er persónurin handan navnið?
Aftur gevur hon sær góða tíð at hugsa seg um í, áðrenn svarið kemur.
? Tað er so ómetaliga torført at skula lýsa eitt menniskja. Óansæð hvat menniskja tú skalt royna at lýsa, so letur tað seg ikki gera, uttan at avmarkað viðkomandi. Vit menniskju eru so óendaliga komplex, við nógvum síðum, so tað letur seg illa gera, at lýsa nakran til fullnar. Hon gevst at tosa, men eg síggi handan brúnu eyguni, at hon hugsar. Síðani heldur hon fram, ? Um eg skal royna at beskriva meg sjálva, so má eg staðfesta, at eg havi nógvar ymiskar síður. Tað avhongur alt av ymsu støðunum, eg komi í. Beint undan eini konsert eri eg ofta sera konsentrerað og álvarsom. Eg fokuseri nógv uppá, at eg havi eina stóra uppgávu, tí eg skal geva øllum teimum nakað, sum eru komin fyri at lurta eftir mær og mínum tónleiki. Men til aðrar tíðir kann eg vera meiri tvætlut, fjasut og fnisut og flenna at tingum, sum onnur kanska ikki halda vera serliga stuttlig. Hon steðgar aftur, hesuferð fyri at flenna eitt sindur fyri seg sjálva. Fyri fyrstu ferð í samrøðuni, hyggur hon niður. Men bert eina løtu, áðrenn hon staðfestir: ? So tað avhongur heilt av støðuni, sum Lisa Ekdahl er í, hvussu hon er. Eg havi, sum øll onnur menniskju, nógvar ymiskar síður, sigur hon at enda.
Eg takki Lisu fyri, at hon vildi práta við meg uttanfyri "pressutíð". Aftur prógvar hon, at hon ikki líður av primadonnueyðkennum, tí hon takkar so mirðiliga afturímóti. Eg fái enntá eitt klemm og ein muss á kjálkan, áðrenn eg fari út. Fullkomiliga bergtikin.






Lisa Ekdahl um:

Hvat heldur tú um George Bush?
? Uhh... George Bush er kanska ikki ein av mínum yndispersónum. Vit eru ikki vinir beinleiðis, hehe...

Hvønn bil hevur tú?
? Eg havi koyrikort, men eg dugi ikki at koyra, so..

Yndisbók?
? Tað eru nógvar bøkur, sum eg eri púra burtur í. Ein av mínum yndishøvundum er ein amerikanskur høvundur, sum er Amerika kritiskur. Skal eg velja eina av hansara bókum, verður tað Breakfast for champions.

Yndistónleikur?
? Um eg bert skal siga ein einasta tónleikara, sum eg dyrki og liggi á knøunum fyri, so má eg siga Bob Dylan.

Yndisdrikkur?
? Vatn.

Hvat heldur tú um Føroyar?
? Eg eri púra, púra burtur. Eg eri tikin á ovfarin og fullkomiliga charmerað.

Hvat hevur tú altíð í køliskápinum?
? Eg havi altíð ein multivitamindrykk.

Hvat heldur tú um royking?
? Ehh... Eg royki ikki sjálv, so...

Hvat heldur tú um sangin Vem vet?
? Eg elski hann, tá eg kenni, at sangurin hevur týdning og merkir nakað fyri tey, sum eg syngi fyri.

Hvat er tín yndismatur?
? Uhh... nù má eg hugsa meg væl um... Uhh.. Fiskasuppa!


Tónleikararnir um:

Tónleikararnir um Lisu:
-? Lisa er jú fantastisk. Tað er ótrúligt at vera við á liðnum. Serliga tí tað er hennara lið. Vit hava tað ógvuliga stuttligt saman, hóast tað er strævið. Hon er skipari og pilot, og vit tónleikarar flúgva bara við henni.

Tónleikararnir um Føroyar:
? Tað er spell, at vit ikki steðga eitt sindur longur, so vit kundu sæð meiri av Føroyum. Men vit hava eitt sera stramt skema, 14 konsertir, bara í summar.

Tónleikararnir um øl:
Vit elska føroyskt øl.