Ein skúlasøga

Fyri mongum árum síðani var ein vísmaður, ið eisini var kennari ella lærari, sum starvið vanliga verður kallað.
Í skúlanum kendi kennarin børnini at kenna mun á óspiltum og spiltum móðurmáli.

Kennarin var ein klókur kennari. Hann kendi nógv fólk, ið vóru einoygd og trongskygd og villleiðandi við ørvitistosi. Nøvnini á hesum málspillarum kendi hann. Hann kundi siga tey í ramsu. Sokratess – seinra s-ið er tað føroyska – villleiddi eisini fólk, men hann varð ikki tikin við í ramsuni.
Kennarin var eisini kringur í sálarfrøði (psykologi). Tey smáu í 4. flokki dugdu øll nøvnini í ramsuni. Hví børnini skuldu duga nøvnini, fingu tey sjálvandi eisini at vita.

Lærarin lærdi næmingarnar mannagongdina í talvi. Tey vistu, at á talvborðinum vóru tvey herlið hvørt við sínum kongi, frúgv, tveimum riddarum, tveimum bispum, tveimum rókum og 8 finnum. Næmingarnir dugdu at siga skák, skákmát, javnleik (remis og pat), umlop (en passant) og leypa í borg (rokera). Hann greiddi næmingunum frá, at talvið og telving, hendan ediliga heilavenjing fram um allar aðrar, kom úr India til Føroya fyri fleiri túsund árum síðani og ikki úr Danmark (Danmørk á føroyskum máli), sum einoygd og trongskygd fólk vilja vera við.
Í einum fríkorteri segði tann kviki Edmund (elstur í 7. flokki og uppkallaður eftir abbanum, sum varð nevndur í ramsuni), at í næsta talvtíma fór hann ikki at leypa í borg, men á borg, tí nú kundi tað vera nóg mikið við hesum heimagjørda føroyska møsninum. ”Tí,” segði hann, ”um vit nakrantíð fara at fáa eitt føroyskt heimsatlas, verður tað pínadoyð so murrandi fult av nøvnum, sum bert fá úrvald – teirra millum kennarar, ið ikki vita, hvussu navnið H. C. Andersen verður stavað – fara at skilja og at leita í. Hvussu verður endin á øllum hesum hurlivásanum? Eg eri vísur í, at ikki eitt c verður at finna nakrastaðni í einum komandi heimsatlasi. Tey fýra c-ini, tað eina w-ið og tað eina x-ið, sum vórðu smoygd inn í ta føroysku orðabókina 1998, og sum útihýsti Zeus, zoologar og onnur neyðug z-nøvn og -orð, verða útraderað í eini komandi, dagførdari føroyskari orðabók. Tí hon skal jú sampakka við einum komandi heimsatlasi,” segði Edmund við ein javnaldra, meðan teir yngru næmingarnir spældu í skúlagarðinum.