Ein Skemdargerð!

Eirik Justinussen

Herfyri blivu tríggir útróðrabátar úr Leirvík tiknir av okkara stolta verjuskipi, tí teir høvdu sett línu eitt sunnukvøld umleið kl. 22, sjálvandi tí tað lá soleiðis fyri í streymi og passaði til kyrrindir og hvar veiðan bleiv tikin frá teimum, og teir blivu hóttir við eini bót uppá 20.000 kr. Hesir bátar eru einasti fiskifør, ið ikki fiska halgidagar, men alla ta tíð, útróður hevur verið í Føroyum, hava útróðrarmenn noyðst at farið til útróðrar seinnapart sunnudag, um teir ikki eisini skulu missa mánadagin, so her er talan um veruliga forfylging av tí partinum av okkara borgarum, ið hava longstu traditión sum fiskimenn.
Eg fari í hesum sambandi at spyrja avvarðandi myndugleika, um teir hava rætt til at nokta hesum monnum at fara til útróðrar eitt sunnukvøld. Í meðan allur tann flotin av fiskiskipum, sum fiskar við troli, línu og gørnum hevur loyvi at fiska allar halgidagar alt árið?
Eg fari eisini at spyrja okkara løgfrøðingar, um tað ber til fólkaræðisliga at bera soleiðis at ímóti einum parti av landsins borgarum?
Í júst tí parti av fiskimonnum okkara ið, gera minst skaða á fiskistovnar okkara. Um somu tíð sum hesir fiskimenn vórðu tiknir og hóttir við stórari bót, lógu trolararnir á landleiðini um ein fjórðing uttan fyri teir og fiskaðu sum teimum lysti. Hetta meti eg sum forfylging av tí veikasta liðinum í fiskivinnu okkara.
Tað tykist sum um fiskifrøðingar okkara hava sett nakrar útróðrarmenn í hálsin, tí teir skulu taka ov nógv av smáfiski, hvat ið er púra burturvið í mun til, hvat til dømis trolarnir av landleiðini taka. Tað fiska t. d. einir 15 - 20 trolarar á landleiðini, og teir fiska við nýmótans og effektivum reiðskapi, kanska eini 20 - 30 tons pr. viku. Hesir bátar fiska uml. 3000 - 4000 tons um summari av blandaðum fiski, smáfiski, millumfiski, toski, stórari og smáari hýsu og so eisini flatfiski, sum ætlanin altíð var, at teir skuldu fiska á landleiðini.
Ætlanin við fiskiveiðu á landleiðini var at fiska mest flatfisk við smærri bátum og flatfiska troli og so lítið sum møguligt av rundum fiski. Í staðin trýstu teir størri og effektivari trolarar inn á landleiðina, og tað kemur eisnin at merkjast í fiskiskapinum á havleiðunum kring landið seinni. Hinvegin gera teir fáu smábátarnir sum rógva út ongan sum helst skaða á fiskastovnarnar, tí fyri tað fyrsta eru nøgdirnar teir fáa ógvuliga smáar, síðani er slagið teir fiska bert eitt sindur av hýsu og við tí agni teir egna (nebbasild) er slagið líka gott og betur enn hjá trolbátunum í fiska á landleiðini og haraftrat er so lítil útróður hjá smábátum, at tað er óneyðugt at nevna teir sum nakað veiðutrýst.
Tí fati eg ikki, hví fiskifrøðingar royna at hevna seg inn á hesar fáu útróðrarmenn, ið eftir eru. Teir skuldu heldur tosað um partrolararnar, sum aldri skuldu komið á okkara havøki, sum er høvuðsorsøkin til niðurgongdina á upsastovninum.
Olaf Olsen sigur, at hann hevur starvast í fiskivinnuni í Føroyum í 30 ár og roynt at fylgt við sum frægast, og hann hevur framleitt trol og annan fiskireiðskap í mong ár, og tað er alla æru vert, men hann hevur tungt við at ásanna, at menniskjað hevur størstu ávirkan á náttúruna.
Eg eri nú 80 ára gamal og havi livað saman við náttúruni síðan eg sum 4-5 ára gamal byrjaði at fara í bát, og eg havi altíð verið góður við náttúruna og ynskt at umgingist havøki okkara við hógv.
Eg fekk eina bók sendandi frá einum vinmanni í Íslandi, sum visti, at eg var ógvuliga áhugaður í fiskivinnuni, eina bók ið nevndist »Svartur sjór af sild« eftir Birgir Sigurðsson. Hon lýsir alla sildasøgu Íslands í eitt 100 ára tíðarskeið frá 1868 til 1968, tá norðhavssildin varð niðurfiskað. Hetta er ógvuliga áhugaverd bók, ið eisini lýsir sildaarbeiði á landi í Íslandi. Sjálvur havi eg upplivað ein part av hesum tíðarskeiði. Fyri at vísa, at allir fiskastovnar, sum verða ovveiddir, flýggja frá landinum fyri at lívbjarga sær, tað verði seg sild, upsi ella hvalur, hann klárar ikki at halda seg við land tá veiðutrýstið er ov stórt.
Tá norðmenn í 1868 byrjaðu at veiða sild við Ísland, var so nógv sild at teir bara royndu inni á firðunum og hon stóð so tøtt at teir leitaðu um kvøldarnar við at søkka ein ullintan trá niður í sjógvin og vita hvussu nógv rosla kom uppá hann áðrenn teir kastaðu. Tað var so astrikkurin teirra at leita við tá. Men tá nøkur ár vóru gingin, var ov lítið bert at leita inni á firðunum, so teir noyddust útum landoddarnar at royna. Ein gamal íslendingur av Dalvík segði mær, at tá teir fóru út í Grímseyjarsund at kasta, var tað sum at fylla úr pottinum, men sum tíðin leið herdust royndirnar við størri og betri bátum og talið av skipum, bæði íslendskum, norskum, svenskum og finskum skipum. Tá tað nærkaðist seinna verðaldarbardaga var alt havið frá eysturlandinum og líka upp ímóti vesturlandinum undir kontroll av skipum, og leitað varð eisini við flúgvara, og skjótt var til teir kláraðu at fiska ta sildina, sum skjeytst inn ímóti íslandsstrondini upp. Men restina av sildasøguni er óneyðugt at lýsa, tað kenna flestir eldri føroyingar, hvussu Ævintýrið, ið teir ynda at kalla tað, endaði á Reyða Torginum í 1968, og hvussu leivdirnar av hesum megnar stovni bjargaðu sær onkursvegna norður í havið við Svalbard og Bjarnoynna.
Íslendingurin Jakob Jakobsson doktari í fiskifrøði skrivar nakað um sildaveiðu í hesi bókini. Hann skrivar t. d., at hann ikki skilir, hví sildin við norðurlandið hevði lættari við at koma upp í sjógvin í torvum at vaða. Ímeðan tað sjálvdan síggjast stimar uppi á sjógnum millum londini, men tað haldi eg er lætt at skilja. Summarið á norðurlandinum er ofta gott og sólríkt og hitar yvirflatuna, so at reyðætið og silið koma upp á yvirflatuna, og sildin fylgir við átuni, og so er eisini nógv grunt vatn við norðurlandið so umstøðurnar fyri at væða eru betur enn úti millum londini.
Eg skrivi hetta bert fyri at vísa á, at minking í teimum ymisku fiskastovnunum stendst av mannaávum og minni av nátúrligum ávum.