Seinastu árini hevur Vágs kommuna gjørt nógv við at fríðka um miðbýin í Vági, og nú verður seinasta hond løgd á ein part av hesum arbeiði. Talan er um økið millum Hotel Bakkan og Vágs Skipasmiðju, sum nú verður gjørt liðugt.
Byrjað varð vesturi við Heilsumiðstøðina, har p-økið bæði vestan fyri og uttan fyri Heilsumiðstøðina eru gjørd av nýggjum. Harumframt eru gongubreytirnar framvið parkeringsøkjunum lagdar við flísum.
Í fjør varð økið framvið gamla Sparikassanum og Hotel Bakkanum lagt við flísum, og parkeringsøkið uttan fyri Hotel Bakkan varð asfalterað og gjørt av nýggjum.
- Nú er so farið undir at gera økið framman fyri og eystan fyri gamla SEV-húsið. Økið framman fyri gamla SEV-húsið verður lagt við flísum og skal brúkast sum eitt torg til alskyns tiltøk alt árið. Eystan fyri torgið verður parkeringsøkið.
Vágs kommuna veit at siga, at tá hetta økið verður liðugt, er alt økið frá FAST-støðini og út til Vágs Skipasmiðju fríðkað og nýgjørt.