231 spælarar vóru við í teimum 90 landskappingardystunum í 1.deild hjá monnum í ár. Hetta er næstan sama tal, sum var við í landskappingini í 1998.
Í fjør spældu 232 leikarar í 1.deild. Í miðal brúkti hvørt liðið 23,2 spælarar (og ikki 23,1 tí at ein leikari hevði spælt við tveimum feløgum).
Hægsta talið átti NSÍ - teir brúktu 28 leikarar - og lægsta talið átti VB, ið hevði í alt bert 19 spælarar á vøllinum.
Í fjør vóru hesi tølini ávikavíst 29 (niðurflytararnir úr TB) og 19 (meistararnir úr HB og silvurvinnararnir úr KÍ). Í ár brúktu meistararnir úr KÍ 20 spælarar.
Í ár brúktu tey ymsu feløgini spælara soleiðis:
NSÍ28
ÍF27
B7126
Sumba25
B6824
HB23
B3620
GÍ20
KÍ20
VB19
Onkrir spældu við tveimum feløgum
Einasti spælarin, sum umboðaði tvey feløg í 1.deild, var Hans Jørgen Djurhuus, ið fyrst spældi við B71 og aftaná summarsteðgin fór til HB.
Tveir leikarar spældu í 1. deild og fóru síðani í eitt felag, hvørs besta lið var í 2.deild. Teir vóru Marlon Kjærbo, sum fór úr Sumba til TB, og jugoslavin Milan Cimburovic, ið fyrst var leikandi venjari hjá NSÍ. Hann fór at spæla við Royn samstundis sum hann gjørdist venjari hjá Sumba.
Í fjør var tað eisini bara ein leikari, ið umboðaði tvey ymisk feløg í 1.deild. Birgir Jørgensen byrjaði kappingarárið við VB, og fór so longur suður til Sumbiar einaferð í seinnu helvt av kappngini.
Her á síðuni er yvirlit yvir øll tey 10 feløgini í 1. deild, hvørjir hava spælt við teimum, og hvussu ofta teir hava spælt.