Ein spennandi men eisini ræðandi verð

? Hetta var ómetaliga stórt í vavi, og eg dugi ikki rættiliga at ímynda mær so stórar installatiónir rundan um Føroyar, men man skal helst longu nú byrja at venja seg við tankan, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður eftir at hava verið á sínum fyrsta túri á einum oljupalli til havs. Og helst er hetta eisini fyrstu ferð í heila takið, at ein føroyskur løgmaður er gestur á einum oljupalli offshore

Annfinn Kallsberg er bæði hugtikin og ræddur, nú hann aftur hevur fingið fast undir fótum. Sjálvur heldur hann hetta vera eina sera spennandi og nýggja verð, men samtíðis er hon eisini sera ræðandi.

Hóast tað krevur ikki einki av dirvi og orku at skula fara út á ein boripall fyrstu ferð, so kendi løgmaður seg sera væl úti á hesum stóra og so nógv øðrvísi arbeiðsplássinum úti til havs.

- Nú var tað gott veður, har vóru góðar umstøður og tú steðgaði ikki so leingi, so har var alt, sum tað skuldi. Men eg veit ikki, hvussu man hevði reagerað, um ein skuldi verið har í upp til 14 dagar, sum oljuarbeiðararnir eru tað.

Løgmaður heldur, at umstøðurnar umborð eru sera góðar, og tað sær út til, at alt er sera væl skipað.

Eiga at verða við, men?

Hvat fekk løgmaður so burtur úr at vitja á einum slíkum arbeiðsplássi í oljuvinnu!

- Hetta er ein vinna við ómetaliga stórum perspektivum, og eg dugi at síggja, at man eigur at royna at verða við. Men samtíðis skal eina gera sær greitt, at tað skal vera á einum støði, sum vit megna at handfara. Her eru so veldugar íløgur, sum skulu gerast og so stórar tekniskar avbjóðingar, at tú má fara fram við størsta skili, tá tú fer undir slíkt.


Mugu stýra sjálvir

Løgmaður er ikki minni sannførdur um, at vit eiga at fara undir eina slíka vinnu, nú hann hevur vitjað á einum oljupalli og sæð við egnum eygum, hvussu arbeiði fer fram. Men hann er samtíðis sera varin og heldur, at hetta er ein útviklingur, sum vit sjálvir mugu stýra.

- Bara við at vitja í Stavanger sær ein, hvussu stóra ávirkan arbeiði í Norðsjónum hevur á býin her. Og tá skal ein eisini hugsa um, at Stavanger er ein býur, ið er væl størri enn allar Føroyar. So ávirkanin er rættiliga stór, og tí er nógv vit skulu taka hædd fyri, tá vit skulu í gongd.

Anfinn Kallsberg er sera fegin um, at hann skal hava havt hetta høvið á síggja, hvussu arbeitt verður úti á einum oljupalli, og hvussu lívið er har, men hann heldur, at tað eisini er sera avgerandi, at allir politikarar, sum eru við til at taka stórar avgerðir, og ikki bara løgmaður og oljumálaráðharrin, fáa kunnleika til hesa nýggju vinnu og harvið eisini verða við til at stinga út í kortið, hvussu fram skal farast.

- Tað er nevniliga ikki bara bara, leggur Anfinn Kallsberg aftrat.


Samarbeiða við allar

Nú norðmenn vóru teir fyrstu at bjóða einum føroyskum løgmanni og einum føroyskum oljumálaráðharra at vitja og síggja teirra oljuvirksemi spurdu vit Anfinn Kallsberg, um hetta eisini er ein ábending um, at føroysingar fara fyrst og fremst at samstarva við norðmenn, tá talan er um at byggja upp eina oljuvinnu?

- Eg veit ikki, hvat norðmenn leggja í hesa vitjan. Kann bert siga, at eg sjálvur havi fingið eitt innlit í hesa vinnu og eisini havt aðrar møguleikar at hitta norskar politikarar, sum eg haldi seinni kann vera til gagn fyri Føroyar og ikki tá tað snýr seg um olju. Eisini á mongum øðrum økjum.

Løgmaður heldur sjálvur, at vit føroyingar eiga at samstarva við allar tær tjóðir, sum vilja, at ein oljuvinna skal vera góð fyri Føroyar.