Fiskavirkið á Sandi, sum hevur ligið stilt ein stóran part av hesi øldini, verður nú karmur um eina spennandi silda-og makrelverkætlan.

Spennandi verkætlan sær dagsins ljós

- Hóast talan ikki er um tær heilt stóru nøgdirnar, so eru 1000 tons av sild og makreli eitt rávørutilfeingi, sum kann brúkast til nógv, tá tilfeingið verður virðisøkt, sigur Eyðvarur Petersen.

 

Fiskavirkið á Sandi, sum hevur ligið stilt ein stóran part av hesi øldini, verður nú karmur um eina spennandi silda-og makrelverkætlan.

Nú hendir nakað á Sandi, sum ongantíð áður er hent. 

 

Fyrireikingar eru nevniliga í gongd at arbeiða sild og makrel á fiskavirkinum, sum upprunaliga kallaðist Borgin, men sum í fleiri ár hevur verið partur av Sandoy Seafood.

 

Eftir kreppuna fyrst í nítiárunum keyptu Delta-menninir á Tvøroyri virkini á Sandi og í Skopun. Meðan saltfiskur varð arbeiddur á Sandi, arbeiddu tey upsa og onnur fiskasløg í Skopun. Her varð fiskurin skorin og frystur. 

 

Tað hevur altíð verið tungt at fingið fiskavirkisvinnuna á landi at geva avkast. Sum tíðin leið varð fiskavirkið á Sandi tíðliga í hesi øldini latið aftur, og nú var bert fiskaframleiðsla í Skopun, har tey - umframt at arbeiða upsa og onnur fiskasløg - nú eisini fóru at salta.

 

Tá Delta-menninir fyri nøkrum árum síðan hildu, at neyðugt varð at styrkja raksturin av virkinum í Skopun, gjørdist Marine Harwest - nú Mowi - sum tá var farið undir aliroyndir á Sandsvág, partur av virkseminum í Skopun.

Soleiðis var í nøkur ár, til Mowi fyri stívliga tveimum árum síðan helt, at tað loysti seg ikki at hava virkið í Skopun opið. Fiskavirkið í Skopun varð stongt og vónirnar um, at virkið fór at lata upp aftur, vóru smáar. Spurningurin var, hvør - ella um nakar - vildi ella megnaði at lata virkið í Skopun uppaftur.

 

Men, tað vildi onkur.

 

Seint í juni mánaði í 2019 keyptu hjúnini, Óli og Ann-Dorit Nattestad, Sandoy Seafood. Óli hevur í fleiri ár siglt í Danmark. Bæði hava tey røtur í Sandoynni, og nú vildu tey bera okkurt aftur til oynna, sum hevði verið teimum so kær.

 

Síðan hjúnini keyptu, er virkið í Skopun bæði útbygt og dagført, og alt bendir á, at virksemið har er í góðum hondum. Við í keypinum av Sandoy Seafood var eisini fiskavirkið á Sandi, sum Sands kommuna seinni keypti frá Óla og Ann-Dorit Nattestad.

 

Nú bendir alt á, at ein partur av virkinum á Sandi skjótt verður latin upp aftur, eftir at virkið hevur verið stongt ein stóran part av hesi øldini. Felagið, sum eigur ísfiskalínuskipið, Sandshavið, Sp/f 31.1. 2011, hevur nevniliga fingið tillutað 500 tons av sild og 500 tons av makreli frá Fiskimálaráðnum eftir skipanini um vinnuligar royndir og verkætlanir. 

 

Teir, sum eiga felagið, hava í nøkur ár, síðan møguleikin at søkja beyðst, søkt um hesa atgongd, men onnur ár hevur umsóknin ikki vunnið frama í Fiskimálaráðnum. 

Men, tað gjørdi hon so hesaferð. 

 

Eyðvarur Petersen, sum er skipari á Sandshavinum og stjóri í Sp/f 31.1. 2011, er ógvuliga fegin um møguleikan, sum nú stendur Sandoynni í boði við hesi atgongd. Felagið hevur gjørt avtalu við Sands kommunu um at leiga ein part av virkinum á Sandi. Semja er um avtaluna, og báðir partar eru væl nøgdir. Avtalan verður ætlandi formelt undirskrivað ein av fyrstu døgunum.

 

- Eg kann siga, at tað eru harðar treytir við loyvinum úr Fiskimálaráðnum, men eg trúgvi, at treytirnar eisini gera, at verkætlanin so mikið skjótari verður reist á føtur. So, hetta passar okkum væl, og tað er eisini tí, at vit longu nú hava eina fyritøku á virkinum, sum syrgir fyri, at tann parturin, sum vit skulu brúka, í fyrsta lagi verður vaskaður. 

 

##med2##

Eyðvarur Petersen vísir á, at tilsøgnin úr Fiskimálaráðnum um silda-og makrelatgongd fyribils er galdandi fyri eitt ár í senn. - Men, um vit halda treytirnar í tilsøgnini, sum vit sjálvandi fara at gera alt fyri at halda, kann loyvið verða givið í fimm ár, og tá tann tíðin er farin, kunnu vit søkja um varandi atgongd til tilfeingið. 

Stjórin heldur, at hóast talan ikki er um tær heilt stóru nøgdirnar, so eru 1000 tons av sild og makreli eitt rávørutilfeingi, sum kann brúkast til nógv, tá tilfeingið verður virðisøkt, sum sjálvandi er endamálið við verkætlanini.

- Hvussu stórar nøgdirnar verða ár um ár, veldst sjálvandi eisini um, hvussu stór føroyska silda-og makrelkvotan verður tey næstu árini, tí í loyvinum stendur eisini, at fyrivarni verður tikið fyri, hvussu stórar føroysku kvoturnar verða, sigur Eyðvarur Petersen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, er ein størri samrøða við Eyðvar Petersen um verkætlanina, sum nú verður reist á føtur á Sandi.

 

 

 

Fiskavirkið á Sandi, sum hevur ligið stilt ein stóran part av hesi øldini, verður nú karmur um eina spennandi silda-og makrelverkætlan.

Myndin er av Leif K.W. Mortensen hjá Vaskimonnum, sum nú vaska virkið á Sandi.