GJALDSKIPAN
Føroysku peningastovnarnir eiga í Pengeinstitutternes Betalings Systemer, og tað hevði verið vitleyst ikki at fingið okkurt afturfyri.
Tað sigur Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður í Elektron og forstjóri í Føroya Banka, sum er troyttur av nógva rokinum um eina nýggja Gjaldskipan í Føroyum.
Alt stríðið snýr seg um, hvørt føroyingar skulu sleppa tí føroysku V&T-skipanini og fara yvir til Gjaldskipanina, sum verður gjøgnumførd í samstarvi við PBS í Danmark.
? Tað, sum púra er blivið burtur í málinum, er, at vit eiga í PBS. Teir fýra føroysku peningastovnarnir rinda 3 milliónir krónur til PBS um árið fyri at vera limir, og afturfyri stendur okkum frítt at brúka nakrar skipanir. Vit fáa eisini eitt ókeypis viðlíkahald, og tað hevði annars verið ógvuliga dýrt, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann viðgongur, at tað var eitt tekin um frustratión, tá peningastovnarnir og Elektron sendu eina heilsíðulýsing til bløðini, har teir talaðu síni sjónarmið yvir fyri Løgtinginum og øllum føroyingum. Tað var hendan lýsing, sum fekk starvsfólk at tala at leiðsluni í einum innanhýsis skrivi. Brævið er likið út, og tí tóku starvsfólkini alt aftur longu um vikuskiftið.
Nú heldur Jørn Astrup Hansen, at málið púrasta er »blæst ud af gevind«, sum hann málber seg.
? Málið er í grundini ógvuliga einfalt. Vit hava viljað givið okkara kundum eina betri tænastu, so kundin frameftir fær eitt samlað yvirlit yvir sínar flytingar í staðin fyri tvey ella fleiri, sigur hann.
? V&T er ein einføld kreditorskipan, sum er ment til innkrevjaran. Vit vilja hava ein góða skipan, sum eisini gevur debitor ella gjaldaranum eina góða tænastu, sigur Jørn Astrup Hansen.
Gjaldskipanin kom at virka fult og heilt 1. februar. Áðrenn hendan dag var útskriftin á donskum. Nú kemur hon frá Elektron og er á føroyskum.
Gjaldskipanin stýrir teimum føstu flytingunum fyri fólk. Við skipanini fær skuldarin hvønn mánað eitt gjaldsyvirlit, ið vísir, nær og hvussu nógv kontan verður skuldskrivað komandi mánaðin, til hvønn goldið verður, og hvat verður goldið fyri.