Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum hevur lagt uppskot fyri tingið um at avtaka skipanina við, at landsstýrisfólk fáa yvir 13.600 krónur skattafrítt sum koyripengar um mánaðin og um at heita á formansskapin í tinginum um at broyta somu viðurskifti hjá tingfólki.
Í blaðnum í dag ger Kristina Háfoss úr Tjóðveldi sína støðu greiða:
Hon spyr,
• hvat rættvísger, at landsstýrisfólk, sum kunnu koyra til arbeiðis innan ein tíma, skulu hava 13.600 kr skattafrítt.
• Hvat rættvísger, at landsstýrisfólk fáa fulla pensjón eftir átta árum, meðan onnur fáa tað eftir 37 árum
• Hvat rættvísger, at landsstýrisfólk og tingfólk ikki eisini skulu rinda 40% í skatti av pensjónini sum onnur
•Hvat rættvísger, at tingfólk áseta sína egnu løn?
Áhugavert verður at frætta, hvussu leikur fer. Um menninir í samgonguni fara at halda fast við sínar órímuligu fyrimunir, ella um kvinnurnar í andstøðini fáa ljóð fyri sínum sjónarmiðum og, at politikarar ikki eru meira verdir, enn vanlig fólk, og tí ikki eiga at skava til sín órímuligar fyrimunir.
– Tað er alt í lagi við, at politikarar fáa góða løn. Men politikarar skulu gjalda skatt sum onnur fólk og lúka somu treytir viðvíkjandi pensjón, sum teir áleggja øðrum fólki. Vilja teir ikki tað, so máa teir trúvirði undan sær sjálvum!