Ein stólur stóð tómur

Torbjørn Jacobsen var einasti tingmaður, sum ikki gekk í skrúðgongu ólasøkudag

Tá útvarpið um ólavsøkuna endursendi tiggju ára gomlu sendingina um, tá poltikarar og prestar vóru í kirkju og tá tingið varð sett í 1948, varð hildið fyri, at tingsalurin var ikki fullur. Orsøkin var, at ein stórur partur av tingmannigini var burturi til skips.

At tíðirnar eru broyttar, og at talið á teimum, sum beinleiðis hava sína inntøku av tí, sum verður drigið úr havinum ella á annan hátt søkja sjógvin, var skrúðgongan og tá tingið varð sett gott dømi um.

Allir tingmenninir og allir landsstýrismenninir vóru í kirkju og til staðar, tá tingið varð sett ? uttan ein.

Tað var Torbjørn Jacobsen, tjóðveldismaðurin á Glyvrum, sum kom á ting, tá Signar á Brúnni gjørdist landsstýrismaður og sessurin í tinginum fór til næsta mann á tjóðveldislistanum í Eysturoy.

Torbjørn Jacobsen hevur í mong ár siglt við farmaskipi í Grønlandi, og tað er í hesum sínum borgarliga starvi, at hann er staddur í løtuni.

Torbjørn er á veg upp til Thule. Ísurin er nógv mini nú, enn hann er aðrar tíðir av árinum. Tað eru bara nakrir fáir mánaðir um árið, at tað ber til at sigla so langt norður vestanfyri Grønland, og nú í mong ár hevur Torbjørn Jacobsen havt ábyrgdina av at syrgja fyri flutninginum.

Hans Tausen Olsen í Runavík er triðji maðurin á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Eysturoy. Vit hava einki hoyrt um, hvør vítt hann skal møta í tinginum fyri Torbjørn Jacobsen ella ikki. Skiparin av Glyvrum verður aftur í Føroyum eina ferð seint í summar.

jh