Ein stór tøkk til fíggjarnevndina

Eg fari fyrst av øllum at takka fíggjarnevndini fyri, at hon hevur sæð týdningin av, at tryggleikin á Suðuroyar Sjúkrahúsi má raðfestast høgt, hóast kostnaðurin í krónum kanska kann tykjast høgur.

 

Hesaferð er tað SKANNARIN, sum hevur fingið ilt í onkran lækna á LS, og Sortudýkið so líkt, eru tey til reiðar sum mikrofonhaldara hjá yvirlæknunum, uttan fyrst at kanna eftir, um LS virkar 100% ella hetta kanska verður sjúklingunum til frama eisini norðanfjørðs, tí bíðitíð er fyri at sleppa til skanningar á LS.

 

 

Móttøkan á LS

Eg havi sum avvarðandi havt brúk fyri skannaranum. Fyrstu ferð var 2. hvítusunnudag síðsta ár. Her var móttøkan á LS framúr, og eftir stuttari tíð, fingu vit boð um støðuna, og at endaliga avgerðin um víðari viðgerð kom at verða tikin á Ríkissjúkrahúsinum, tí skanningin var send til serfrøðingarnar at taka støðu til. Stutt eftir kom læknin, Jan Rasmusen, aftur við boðum um, at vit máttu til Danmarkar.

Ferðin í DK gekk framúr væl, so tá vit eftir 1 ár skuldu til kanningar í skannaranum á LS, møttu vit til ásettu tíð. Í bíðirúminum sótu 2 sjúklingar úr Suðuroy og bíðaðu og tí triðja møttu vit í forhøllini, tá vit vóru á veg inn.

 

 

Bíðitíðin

So aftur til Suðuroyar at bíða eftir úrslitinum, og harra Gaini, hetta tók meir enn 1 (ein) tíma. Tá fyrsta vikan var farin, og einki svar var komið, ringdi eg á LS at fregnast eftir svari. Her fekk eg lygn nr 1. Einki svar var enn komið frá  Ríkissjúkrahúsinum.

Lygn nr. 2 kom, tá eg eftir 12 dagar ringdi at fregnast um svar: Nei, tíanverri var einki svar komið frá RS.

Lygn nr 3 kom , tá eg 17. dagin longdist at frætta nýtt. Nei, har var  einki nýtt at frætta.

Nú var mítt tol uppi, og neyðars skrivarin fekk av grovfílini, og síðan bað eg um eitt telefonnummar at ringja til í DK. Skrivarin bað meg bíðja eina løtu, hon skuldi ringja meg upp aftur.

 

 

Sannleikans tími

Skrivarin gjørdi sum hon hevði lovað, men tað hon segði mær, fekk enn einaferð sinnið mítt í kók, tí skanningin var beint tá send til DK eftir 17 dagar. Viðgerð av sjúklingi sum er serfrøði verdug.

Gaini kann kanska svara mær, hví skanningin skuldi liggja 17 dagar á LS áðrenn trýst var á enter? Eg kann eisini siga honum, at hetta er ikki einasti sjúklingur, sum hevur bíðað í vikuvís, tí LS IKKI hevði sent skanningina víðari.

Heldur ikki er neyðugt  við undanførsluni, at tú ikki kann gera viðmerkingar til einstaka sak.

 

 

Góður endi

Endaliga úrslitið av hesum er, at vit skulu møta aftur í september 2018, og vónandi sleppa vit tá til skanningar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Enn einaferð takk til fíggjarnevndina, sum vil Suðuroyar Sjúkrahúsið betur enn Heilsumálaráðið og Heilsumálaráðharrin.