Ein stórhending fyri Klaksvíkina og Norðoyggjar

Einmælda løgtingssamtyktin 20. desember var ein stórhending fyri Klaksvíkina og Norðoyggjar. Eg fegnist um, at Norðoyggjar og Klaksvíkin eru mítt valdømi, og at tað er her eg havi fingið loyvi til at virka og vónandi kann virka í komandi árum.

Mong vóru átøkini í farna ári, og framburðurin var sjónskur á flestu økjum.
Vinnan kom væl burtur úr árinum, oljuleitingin gav úrslit, arbeiðsstøðan í landinum var so góð sum helst ongantíð áður. - Við hesi arbeiðsstøðu vann føroyski borgarin meiri pening enn nakrantíð.
Búskaparviðurskifti Føroya hava ongantíð verið betri rótfest enn júst í hesum árum.
Samskifti og samferðsla lykilin
Fyri Norðoyggjar fer samtyktin, ið var einmæld, sum gjørd varð 20. desember um at seta á stovn partafelagið Norðoyatunnilin, í framtíðini at standa okkum øllum í minni, og verður hugsað 4 ár fram, og alt gongur eftir ætlan, fara vit at koyra millum Klaksvíkina og meginlandið.
Sjálvur havi ongantíð skilt, at politikarar og onnur áravís mótmæltu hesum framburði, og politik-arar saman við ávísum parti av fjølmiðlunum royndu at gera eina tílíka sjálvsagda útbygging til láturs.
Hósdagin 10. januar fara vit at hátíðarhalda gjøgnumskotið í Vágatunnlinum, sum helst stendur liðugur á sumri 2003.
Ein og hvør ið hugsaði nakað og fylgdi við í grannalondum okkara, so væl sum aðrastaðni sá, at hesin útviklingur mátti eisini koma til Føroya.
Góð samskifti og samferðsluviðurskifti er lykilin til stórar partar av framburðinum í framtíðini, nú tíðin er kostnaðarmikil ? hvør minuttur kostar - og alt skal henda í eini rúkandi ferð bæði innan vinnulívið, men so sanniliga eisini innan mentan og ferðslu við eitt nú ítróttafólki o.ø.

Gevur stóra ábyrgd
Føroya Landsstýri og løgting góðu Klaksvíkini og Norðoyggjum, ja fyri alt tað øllum Føroyum, eina lívsjáttandi jólahátíð, og eina framtíðarvón so gylta í nýggja árinum.
Tað er sanniliga at fegnast um, og eg eri takksamur fyri, at øll tingfólk Føroya fólks atkvøddu fyri grundarlagnum fyri hesum risastigi inn í framtíðina hjá okkum, sum kann verða øllum, og ikki minst okkum klaksvíkingum og norðoyingum til stóran framburð.
Eingin av okkum eigur at taka hetta ?fyri givið?, men ábyrgd okkara er so sanniliga at henda íløga gevur seg aftur á øllum liðum, at Klaksvíkin og Norðoyggjar koma at geva upp aftur meira til landshúsarhaldið, enn vit longu hava givið.

Teldupostur:
[email protected] Heimasíða
www.get.to/keldu