Ein størri barnakekkur kann gera allan munin

Framsókn og valevni floksins í Tórshavnar Kommunu
-------


Tórshavn er einasti høvuðstaður í Norðanlondum við minkandi fólkatali. Ein orsøk til tað er, at her er vorðið ov dýrt at búgva. Serliga stórt er trýstið á barnafamiljurnar og tey, sum nýliga hava sett búgv. Tað hevur tí avgerandi týdning, at vit gera tað rúmsháttari hjá barnafamiljum í kommununi.

Framsókn fer tí eftir kommuvalið at arbeiða fyri einum munandi øktum barnafrádrátti ella – um vit fáa allan okkara vilja – einum beinleiðis kommunalum barnakekki til øll børn og ung upp til 18 ára aldur í Tórshavnar Kommunu. Kekkurin skal “fylgja barninum”, t.v.s at tey ella tann, sum hevur barnið hjá sær, fær kekkin.

Vit mugu fáa familjurnar at støðast
Hóast skattalættin fyri háinntøkurnar var neyðugur, so vísir Landsbankin á – eins og vit í Framsókn hava gjørt - at lættin hjá landsstýrissamgonguni enn ikki sæst aftur í nýtsluni. Skattalættin røkkur heilt einfalt ikki nóg breitt. Tí mugu vit alt fyri eitt taka stig til at fáa familjurnar í at støðast í høvuðsstaðnum. Ein hækkaður, kommunalur barnafrádráttur, goldin út umvegis ein barnakekk, kann gera allan munin.

Fleiri jalig árin
Framsókn fer at arbeiða fyri at hækka “barnafrádráttin” úr 5.500 krónum upp í 11.500 krónur árliga. Hetta fer at hava fleiri jalig árin. Í fyrstu atløgu gevur kekkurin barnafamiljunum munandi størri fíggjarliga rúmd. Í øðrum lagi fer hann beinanvegin at økja um nýtsluna og seta størri ferð á býarsamfelagið. Í triðja lagi kann hann útvega nýggj arbeiðspláss og soleiðis fleiri skattakrónur til kommununa.
Barnakekkurin fer at kosta Tórshavnar Kommunu umleið 28,8 milliónir krónur afturat um árið. Hetta er ein røtt raðfesting, sum uttan iva kann venda gongdini í kommununi - bæði so og so.

500 kr meira um mánaðin til hvørt barnið
Fyri familjurnar fer barnakekkurin at virka soleiðis, at tær frá kommununi fara at fáa 958 krónur í staðin fyri 458 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Hækkanin í tøkum peningi er sostatt 500 krónur um mánaðin fyri hvørt barni.

Framsókn fer at bjóða seg fram til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu við ítøkiligum loysnum til, hvussu vit skapa trivnað í kommununi.
-------