Ein stórur dagur fyri Føroyar

Nú er staðfest, at Føroyar hava fingið fulan rætt til eitt 88.000 ferkilometra stórt øki norðan fyri 200 fjórðinga øki, sum var samtykt við hundrað prosent semju

Talan er um eitt øgiliga stórt øki.
- Hetta er ein stórur dagur fyri okkum, og talan hevur verið um eina drúgva tilgongd. Men at Føroyar eru vorðnar so nógv størri i dag er ógvuliga gleðiligt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Føroyar hava fingið hundrað prosent viðhald í kravinum um eitt 88.000 ferkilometrar stórt øki norðan fyri 200 fjórðinga markið.
- Tað merkir, at tað verður ótrúliga spennandi, hvussu verður við næsta kravinum, um vit kunnu fáa hundrað prosent viðhald í tí eisini, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann sigur, at tað kunnu liggja veldug ráevni í tí undirgrund, vit nú hava fingið.
- Tað vekir eisini ans uttanlands, at vit hava fingið hetta ígjøgnum, og sum tað var greitt so væl frá her í morgun, tá í 2004-05, tá vistu vit ikki um vit fingu nakað, sigur Kaj Leo Johannesen.
Men við góðum fólkum á uppgávuni hevur tað eydnast.
- Saman við dønum hevur tað eydnast at fáa fatur á stóra økinum, so hetta er ein stór hending og ein stórur dagur. Helst ein tann størsti, tá tað kemur til uttanríkis viðurskifti, sigur løgmaður.
Føroyar fáa kortinibert ein triðing, ella 27.000 ferkilometrar av 88.000 ferkilometrar stóra økinum.
- Munurin er, at vit einki fingu. Tað var frá at fáa einki og til at fáa hundrað prosent, og tað verður mett av serfrøðingunum at verða eitt ógvuliga gott úrslit. Og ikki bert av føroysku serfrøðingunum, men eisini útlendskum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann sigur, at tað sjálvandi altíð hevði verið áhugavert at fingið ein størri part, men hetta var so tað.

Hvat hendir sunnan fyri
Men hvat kunnu Føroyar so brúka hettab økið til, at vit nú hava fingið?
- Olju. Gass. Alt, sum er á havbotninum í í undirgrundini. So tú kanst siga tað, at tað er ikki nakað, ið hendir í morgin, men vit hoyra frá Noreg, at teir fara longur og longur norður eftir at finna olju og gass, samstundis sum tosað verður um arktiskt øki, hvat kann goyma seg har, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann heldur, at møguleikarnir eru nógvir, men at tað eisini krevur eina ávísa tøkni, at koma niður har.
- Tað er upp til framtíðar tøkni, tað er ein partur, og so sjálvandi dirvi til at royna at kanna slík øki, sigur løgmaður.
Men tað er ikki bara eitt krav norðan fyri, vit hava eisini eitt krav sunnan fyri rundan um Rock All, og at vit fingu viðhald í kravinum norðan fyri gevur góðar vónir sunnan fyri.
- Ja, avgjørt. Vit kunnu brúka royndirnar, sum vit hava gjørt okkum í hesum arbeiðinum, sunnan fyri. Nú fara vit so eftir einum øki, sum er nógva størri, og fáa vit viðhald enn einaferð, so staðfestir tað bara, at hóast Føroyar eru eitt lítið land, eru vit stórir, tá tað kemur til landgrunn, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann sigur, at tað í dag verður hildið, at økið sunnan fyri er meira áhugavert enn norðan fyri.
- Við teirri tøkni, vit hava í dag er tað so. Men eingin veit, hvat kann henda, tá tøknin verður meira framkomin. Men tað er púra rætt. Í dag er økið sunnan fyri nógv meira áhugavert enn norðan fyri, sigur Kaj Leo Hom Johannesen, løgmaður.