Ein stak friðarlig nátt hjá løgregluni

- Tað er gott, at fólk siga frá, um tey halda, at onkur koyrir ávirkaður, men tíbetur vísir tað seg ofta, at onkur náttúrlig orsøk er til, at koyringin ikki var heilt eftir bókini.

 

Hóast ymisk tiltøk hava verið kring um í landinum um vikuskiftið, tónleikatiltakið Gníst í Nólsoy, varmakelda í Fuglafirði og Føroyaleikir, er einki, sum bendir á, at alt ikki hevur gingið friðarliga fyri seg.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at undanfarna nátt var stak friðarlig. Onkur fullur var her og har, men her var einki av týdningi, sum gav løgregluni høvuðbrýggj. 

 

- Vit fáa av og á fráboðanir frá fólki, sum halda, at onkur koyrir ávirkaður. Bilurin framman fyri tykist óstøðugur á vegnum, og illgruni er um, at bilførarin kanska ikki er edrúur. 

 

Vaktleiðarin sigur, at tey eisini fingu onkra slíka fráboðan um vikuskiftið, men tá funnið varð fram til bilføraran, vísti alt seg, at alt var í lagi kortini.

 

- Tað er gott, at fólk siga frá, um tey halda, at onkur koyrir ávirkaður, men tíbetur vísir tað seg ofta, at onkur náttúrlig orsøk er til, at koyringin kanska ikki var heilt eftir bókini.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at tey sjálvsagt eisini uppliva tað øvuta - at slíkar fráboðanir frá eygleiðarum hava ført til, at bilførarar eru tiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.