Ítróttarklumman
Kapping er sunn!
Tað er ein frasa, sum er vorðin alt meira politisk korrekt, sum tíðin er liðin.
Vit, sum eru vaksin upp við Útvarpi Føroya sum einasta luftborna miðli, hava verið signað, tí vit hava átt útvarparar, sum hava havt serlig evni. Staðið í fremstu røð, tá umræður at siga frá ítróttakappingum á livandi hátt – viðhvørt so livandi, at tú kendi, at tú sjálvur var til staðar.
Og so var tað bara »collateral damage«, um útvarparin viðhvørt læt spenningin fara avstað við sær, og tað kom í so týðiliga til sjóndar, hvørjum viðkomandi helt við.
»Nei, hvat gera teir? Havnarbáturin leggur inn! Rógvið, for tramin rógvið! Tit eru ikki komnir á mál enn!!!«
So ypti lurtarin bara øksl.
Ella tá onkur óroyndur varpaði fótbólt út:
»...og tað loypa fleiri mans upp... og tað koma uppaftur fleiri niður aftur...«
Men tað var bara fantastiskt, at mann kundi hoyra beinleiðis frásøgn frá kappróðri, frá fótbólti ella frá – viðhvørt – hondbólti.
Tað var sjálvandi gamli útvarpsstjórin, sum setti standardin, og tað skuldi vísa seg, tá hann so smátt byrjaði at leggja frá sær, at maður so sanniliga kemur í mans stað.
Arge is it!
Tá Niels Juul byrjaði at trappa niður, var tað næstan sum í »Alment starv« – tað gekk í arv. Men tað kundu vit lurtarar bara gleðast um, tí Jógvan Arge tók útvarping til nýggjar og heilt ókendar hæddir í Føroyum.
Tað er væl kent, at enskir útvarparar eru teir nógv bestu í heiminum, og at lurta eftir einum spennandi dysti í bestu ensku 1. deild – áðrenn sjónvarpið avdúkaði alt – fekk ofta hárini at reisast og tú fekst gásahold um allan kroppin. Hetta førdi Jógvan Arge inn í føroyska útvarping. Og var tú onkuntíð til fótbóltsdyst, meðan Jógvan Arge útvarpaði sama dyst, so var hann altíð munandi meiri spennandi at lurta eftir enn at síggja!
Sama var galdandi við kappróðri. Hann hevur altíð dugað sera væl at gera kappingarnar, hann hevur útvarpað frá, ótrúliga spennandi. Alt til frama fyri lurtaran.
Og tá so alt eksploderaði fyrst í 90-árunum, tá Føroyar, leiddar av Torleifi Sigurðsson, sála, trinu inn á altjóða pallin í fótbólti, stóðu Føroyar eisini klárar við topp-professionellum útvarparum at siga frá fantastisku fyrstu royndini hjá føroyingum móti stóru heimsstjørnunum.
Hvør minnist ikki, tá Jógvan Arge mundi sett í hálsin, tá Torkil Nielsen skoraði móti Eysturríki. Ella sælu løtuna í Parkini, tá Allan Mørkøre sendi uppleggið frá sama Torkili Nielsen inn um Peter Schmeichel, sum fór grulvandi aftan á bóltinum inn í málið.
Ella tá Kári Reynheim stútaði innleggið frá Allan Mørkøre í netið í Belfast eftir einasta álopið í dystinum, sum endaði 1-1?
Tá »dannaðu« Arge-brøðurnir eitt útvarpingarpar, sum á ongan hátt stóð aftan fyri tey bestu í heiminum.
Respekt
Fyri at venda aftur til kappingina, sum er so sunn.
Eftir at Miðlahúsið í oktober 2007 yvirtók Rás2, hevur Kringvarpið fyri fyrstu ferð í søguni fingið kapping á økinum. Eftir eina trilvandi byrjan satsaði Rás2 stórt, og sló sítt navn rimmarfast í kappingini um tíðindini. Teir gjørdu eitt satt »kupp« við at lokka fremsta tíðindamann í landinum til privatu rásina, og hann í sínum lag fekk ein annan av tungvektarunum innan tíðindaflutning við sær.
Tíverri helt hetta hjúnarbandið ikki, men kortini hevur Rás2 megnað at varðveitt ta respekt rundan um tíðindaflutningin, sum tá varð uppbygd.
Tíðindini eru nú bygd upp av øðrum, men líka seriøsum miðlafólkum, og tí hanga fólk eisini við.
Eitt annað, sum sami tíðindamaður setti hol á, var ítróttafrásagnum. Eina maður trúði hann upp á okkara fremsa ítróttarmann nakrantíð og satsaði. Og hann satsaði rætt. Rás2 hevði sligið sítt navn fast innan ítróttafrásagnir.
Like Father Like Son
Nú hevur Rás2 gjørt eina líka stóra satsning við ítróttinum, sum teir gjørdu við tíðindunum fyri hálvum øðrum ári síðani.
Eins og Jógvan Arge á sinni lyfti útvarping upp á eitt ókent støði, hevur Rás2 nú lyft konseptið av ítróttafrásagnum upp á púra ókendar hæddir.
Tað var eitt djarvt stig at taka kappingina upp við Kringvarpið, men við einari so góðari sending bliknar alt tað, sum Kringvarpið hevur staðið fyri.
Hvør, ið hevur funnið upp á hetta við at kryddra sendingina við frálíkum innsløgum frá áskoðarunum, veit eg ikki, men tað er eitt avgjørt frískt innslag. Lyftir sendingina upp á eitt unikt støði. Og hvør hevur funnið upp á at draga Trónd Arge inn í fótbóltsfrásagnirnar, veit eg heldur ikki. Tað kann vera eitt dømi um, at »eisini blind høna finnur korn« – ella tað kann vera onkur genialur persónur í Miðlahúsinum, sum hevur kent evnini.
Líkamikið. Viðkomandi hevur rakt seymin á høvdið. Tað er sum at hoyra ein ungan Magna Arge – bara munandi meiri »útviklaðan«. Er næstan longu har, sum pápi hansara er. Ein sonn frægd at lurta eftir, ikki minst, tí tú kennir, at ungi útvarparin hevur sett seg væl inn í »tingini«. Sleingir ikki bara út at »nú hevur nummar 8 bóltin«. Nei, hann kennir nøvnini, hevur gjørt sítt heimaarbeiði.
Ein stjørna er fødd. Og so er bert at vóna, at restin av sendiflatuni hjá Rás2 við tíðini verður eins professionell og tíðindini og ítrótturin...