Herbert í Lon Jacobsen var alt annað enn nøgdur um, at hann og B36 taptu útidystin á Argjum.
- Hetta var ein stór strika í rokningini hjá okkum, men vit mugu bara ásanna, at vit megnaðu ikki at halda leiðlsuni. Eg haldi annars, at vit høvdu fult tamarhald á dystinum, og at hepnið so avgjørt ikki var við okkum. Ikki tí at vit skaptu so øgiliga nógv, men vit halda teimum mest sum púrasta frá málinum. Men teir fáa so kortini tvey mál, og tað er ikki nokk.
NSÍ og EB/Streymur vunnu sínar dystir. Er trýstið á tykkum nógv størri, nú tit hava dyst móti EB/Streymi í næsta umfarinum?
- Sjálvandi. Tað er ein dystur, sum vit mugu og skulu vinna. Men tað var tað nú eisini undan hesum tapinum. Men vinna vit, so hava vit í øllum førum rættað nakað uppaftur, so í sjálvum sær nýtist tapið ikki at vera nøkur vanlukka. Men ein stór strika í rokningini var tað avgjørt, sigur Herbert.