Ein stuðulsfrí fiskivinna

Eitt hundrað ára fiskivinnuroyndir hava sanniliga gjørt føroyingar til serfrøðingar, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri

 

? Sjógvurin eigur lívið í føroyinginum. Føroyingurin hevur lívbjargað sær av tí, ið sjógvurin gevur; frá áttamannafarinum ið Mikkjal á Ryggi kvað um og nú við fiskiførum, ið umboða nútíðina og framtíðina saman við øllum teimum hentleikum, ið nútímans tøkni hevur at bjóða.

- Á eini fiskivinnuráðstevnu í Londum í 1883 segði Thomas Hoxley at ?Ríkidømi havsins er ótømandi.? Hetta var vanliga fatanin og grundarlagið undir fiskiveiðu langt inn í 20. øld. Havið var frítt og fiskiskapurin gjørdist ein kapprenning eftir tilfeinginum. Luttakarnir gjørdust fleiri, og veiðievnini vuksu.

- Úrslitið av hesi kapprenning gjørdist yvir kapasitetur. Neyðugt var tí at avmarkað royndina, avmark-að veiðuevnini. Og júst avmarking er grundin til at vit hava ein fiskivinnupolitikk.

- Sum høvuðsendamál er fiskivinnupolitikkur avmarking. Og orðið avmarking sigur í sær sjálvum, at tað verða nógvar meiningar um hvussu hetta skal gerast. Nógvar meiningar føra til orðaskifti, onkuntíð til ósemjur og klandur, men ofta til konstruktivt orðaskifti, sum førir saman og tað er júst tað seinna vit hava brúk fyri.

Soleiðis sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, í innganginum til frágreiðingina til aðalorðaskifti um fiskivinnuna í Føroyum sum júst hevur verið.

Støðug eftirmeting

Í frágreiðingini verður dentur lagdur á at lýsa tær fyritreytir, sum vinnan virkar undir, bæði við atliti at tí regluverki, ið føroyskir myndugleikar hava smíðað, og við teimum ytru umstøðum, sum ávirka vinnuna, t.e. marknaðarviðurskifti og náttúruviðurskifti, og sum vit lítla ella onga ávirkan hava á.

- Í frágreiðingini eru verandi politisku karmar og regluverk umrødd saman við søguligari lýsing hvussu vit eru komin her til og mett verður um tørvin á ábótum. Eingin skipan er lýtaleys, heldur ikki okkara og krevur tí eina støðuga eftirmeting til betringar.

Og Jørgen Niclasen sigur, at endmálið við politisku stevnuni er ein stuðulsfrí fiskivinna, ið sjálv megnar at endurnýggja seg. Talan er ikki um eina kollvelting, men mælt verður til broytingr á ymsu økinum sum kunnu føra okkum nærri málinum, men samstundis eisini at úttrykkja stabilitet, sum er avgerandi fyri at vinnan kann stinga út í korti og menna seg.

Serfrøðingar

Í sambandi við fiskivinnustevnuna nú, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, at føroyingar hava ferðast víða til fiskivinnustevnir at síggja, hvat aðrir hava at bjóða, so hugaligt er at vit sum nú viðgera framtíðar fiskivinnupolitikkin í Føroyum hava eina fiskivinnustevnu, har vit kunnu vísa øðrum, hvat vit megna á fiskivinnuøkinum.

- Eitt hundrað ára fiskivinnuroyndir hava sanniliga gjørt føroyingar til serfrøðingar á nógvum økjum. Vónandi er henda stevna bara byrjanin og er eisini at vóna at hon verður afturvendandi, sigur Jørgen Niclasen at enda.