Ein stutt viðmerking til Jákup Sólstein

Eg las áhugaverdu samrøðuna við formannin í Føroya Reiðarafelag, sum stóð í blaðnum í vikuni í samband við formansfrágreiðingini til aðalfundin. Yvirskriftin var so sigandi sum: "Gongur væl hjá høvuðsvinnuni, gongur eisini væl hjá landinum". Og hetta er so rætt, sum tað er sagt.

Síðani varð m.a. sagt, at avreiðingarvirðið var oman fyri 2 milliardir, og at bara hjá limunum í Reiðarafelagnum vóru hýrurnar upp á 740 mió. kr. Út frá hesum hýrum og umsitingarlønini og avlopi metti Jákup Sólstein, at skatturin lá væl oman fyri 300 mió. kr.. V.ø.o. at fiskimenn og reiðarar lata almennu kassunum 66 oyru fyri hvørt kilo.
Og alt í alt er hetta gleðilig tøl og ein gleðiligur boðskapur, sum borin var fram, tí seinastu árini hava jú skarað framúr, bæði hvat veiðinøgd og hvat fiskaprísi viðvíkur. Og hetta frøast vit øll um saman við Jákupi Sólstein og øðrum góðum fólkum.
Men endin av samrøðuni ber brá av, at formaðurin skal rættvísgera okkurt. Tað er eins og hann skal rættvísgera tilveruna hjá hesum parti av okkara samfelag, hóast neyvan nakar í hesum landi ikki kennir týdningin av okkara høvuðsvinnu og týdningin av, at henda vinna er mannað við dugnaligum fólki bæði á sjógvi og landi.
Men samfelagið er jú soleiðis lagað, at vit eru øll hvør í sínum lagi farin til ymiskar arbeiðsuppgávur, og samfelagið hevur brúk fyri okkum øllum. Fiskimaðurin, reiðarin, læknin, lærararin, arbeiðsmaðurin, presturin, pedagogurin og øll hini. Øll eiga sín týðandi leiklut. Og vit hava brúk fyri øllum.
Í endanum av greinini sigur Jákup Sólstein, "at tað eru tey, sum halda, at fiskivinnan einans er eitt fyribrigdi, sum á meira ella minni ólógligan hátt hevur tiltuskað sær rættin til "ogn Føroya fólks" uttan at gjalda nakað fyri tað".
Nú veit eg ikki hvørji hesi "tey" eru, sum Jákup Sólstein hugsar um, men neyvan eru tað nøkur okkara, sum ikki fult og heilt skilja, at sjálvandi skulu okkara fiskimenn og okkara reiðarar nýta rættin at veiða okkara grunnar. Her er einki tiltuskað, tí soleiðis skal tað vera, og soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini.
Men kanska hevur Jákup Sólstein hoyrt onkran m.a. undiritaða tosa um, at tað ikki ber til, at veiðirættindi, sum eru tillutaði ókeypis, knappliga gerast handilsvøra, har vinningurin fer í lumman á tí, sum einaferð fekk hetta loyvið. Og tað er hvør sítt mál. Tað er hesa spekulasjón, sum m.a. Javnaðarflokkurin við steðga.
Hví skulu menn, sum hava selt bátin, og sum ikki ætla sær nýggjan bát, eftirfylgjandi selja rættindini fyri fleiri milliónir? Hví skulu menn sita við rættindum uttan veiðitól, soleiðis at aðrir mugu keypa hesa rættindi fyri dýra pengar? Hví skal tað vera so trupult fyri ungar menn at koma inn í fiskivinnuna, tí teir skulu gjalda ein yvirprís fyri rættindini? Hví skal ein bátur, sum ongan húk hevur umborð, og sum bert trolar, fáa tillutað eitt íslandsloyvi? Og hví skulu gomul skip og gamlir bátar gerast dupult so dýr, tí eitt fiskilyvi hongur uppií?
Tað eru hesar spurningar, sum m.a. eg havi nevnt, og sum eg haldi átti at verðið loystir ongantíð ov skjótt. Hetta er ikki eitt álop á einstaklingar hvørki reiðarar ella aðrar, men hetta eru dømi um eina skipan, sum er farin av kós, og sum má rættast uppaftur.