Tað var væntandi, at Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður fór at kjósa sær Javnaðarflokkin, nú hann gjørdi av at halda fram í politikki, eftir at Verkamannafylkingin hevur livað sína tíð.
Tey vóru mong, sum fyri fýra árum síðani tóku seg saman í Verkamannafylkingina - fyrst og fremst fyri at mótmæla politikkinum hjá Javnaðarflokkinum, sum tey mettu var farin út av kós.
Tøkini vóru tung, sum fyrst og fremst Javnaðarflokkurin mátti taka sær av fyrst í nítiárunum, og tey flestu munnu í dag sanna, at annað ikki var at gera. Illstøðan, sum kom í fyrst og fremst millum Óla Jacobsen og Ingeborg Vinther mótvegis Javnaðarflokkinum er nú beind av vegnum, og tískil skuldi alt talað fyri, at hesi fólk av fullum huga kunnu samstarva um eina felags søk: Javnaðarhugsjónina.
Tað er eisini hugvekjandi, at helmingurin av tingmanning Javnaðarfloksins nú er fyrrverandi landsstýrismenn í heilsu- og almannamálum: Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Kristian Magnussen. Hetta átti at borgað fyri, at flokkurin veruliga hevur fólksins vælferð í huga.
Í politikki er skjótt at gloyma - og tað er eisini bæði skjótt og lætt at fyrigeva. Hetta vísti formaður Javnaðarfloksins eisini á, tá Kristian Magnussen og Jóannes Eidesgaard í gjár skipaðu fyri tíðindafundi á gamla Apoteki.
? Tú kanst stíga við síðuna av, men tað ber eisini til at koma á slóðina aftur - uttan at skula hoyra fyri tað ævina alla. Hetta eiga øll at hava í huga
Kristian Magnussen segði seg hava valt tann flokk, sum honum hugsjónarliga líktist best, og væntar hann at kunna føra frægasta politikkin innan henda flokk.
Javnaðarflokkurin styrkti sína støðu í dag ? og er tað tí væntandi, at javnaðarrørslan í felag gongur somu kós - samfelagnum at frama.