Ein superglaður rappari í MC-Hár

Ó12 kunngerð við hesum fyrsta navnið á ársins ólavsøkukonsert. Tað er MC-Hár, sum á sjálvum 20 ára degnum fyri sína fyrstu ólavsøkukonsert fer at spæla hina 10. ólavsøkukonsertina, og bólkurin lovar at sparka ólavsøkuna í gongd so væl, sum teir nú fara at duga.

Sigast kann, at bólkurin MC-Hár við árunum er vorðin ein partur av okkara tjóðarhátíð. Við níggju framførslum higartil, er tað er neyvan ivi um, at MC-Hár er tann bólkurin, ið oftast hevur spælt á ólavsøkukonsertini, og eigur bólkurin eisini nakrar av minniligastu framførslunum á hesum palli.

Tá MC-Hár hin 27. juli traðkar á pallin í Tórsgøtu, eru júst 20 ár liðin, síðan seks ungir mans við margháttliga orkesturnavninum MC-Hár spældu sína fyrstu ólavsøkukonsert. Málaðir í andlitinum við longum flagsandi hári, líggjum og brennandi gittarum, sóu teir øgiligir út.

- Hóast tónlistarliga útrykkið er blivið heldur meira rafinerað, tekstirnir meira gjøgnumførdir, royndirnar størri og bæði tónleikarar og løg blivin betri, so er ein MC-Hár konsert altíð okkurt serligt, og ein MC-Hár ólavsøkukonsert er nakað heilt serligt.

Ólavsøkukonsertin er við tíðini blivin eitt slag av heimavølli hjá MC-Hár, og bólkurin ætlar sær veruliga at sparka lív í ólavsøkuna í ár. Rapparin øll hesi 20 árini, Niels Uni Dam, gleðir seg til framførsluna.

- Eg eri superglaður fyri, at vit hava fingið í lag okkara 10. ólavsøkukonsert á sjálvum 20 ára degnum fyri okkara fyrstu ólavsøkukonsert, sigur hann.

Hann leggur dent á, at hóast bólkurin nú er blivin 21 ár, og hesi árini hevur roynt alt møguligt, so er ikki talan um ein avdankaðan illa spælandi dinosaurus.

- Vit eru í góðum formi. Í fjør spældu vit tvær smærri konsertir, ið vóru sera væleydnaðar. Vit hava havt somu manning í bólkinum síðan í 2003 og kenna hvønn annan ordiliga væl. Tí er tað so lætt at fáa alt at sita, sigur Niels Uni Dam.