Sluppin Johanna TG 326 gjørdist landskend, tá vágbingar í áttatiárunum settu sær fyri at seta hana í stand og í evstu løtu at bjarga henni undan at enda í gloymskunnar havi. Alt landið var við og fylgdi við í hesi verkætlan.
Johanna liggur enn við bryggju í Vági, um enn tað ikki hoyrist so nógv frá henni í dag. Men har er alt, sum tað skal vera, og sluppin er útleigað nakrar ferðir árliga og ger felagið annars eisini túrar. Dekkið er júst kalfatrað og Johanna er siglingarklár.
Á Jóansøku verður lív í aftur umborð á Johonnu. Har verður café og leygardagin fæst fiskasuppa umborð á Johonnu.
Sunnudagin verður rættiliga gjørt burturúr. Tá ber til at sigla ein túr við Johonnu út á Grønirnar (á Vágsfirði,blðm), og umborð fáast kaffi og køkur og harmonikan spælir. Túrurin tekur umleið ein tíma og fleiri túrar verða gjørdir, um fleiri tekna seg til og grundarlag er fyri tí.