- Ein tennis vøllur kann vera loysnin

(Ljóðsamrøða) OYL 15: Hoyr samrøðu við Pætur M. Dahl, ein av tennis spælarunum, sum umboðar Føroyar á oyggjaleikum

Ístaðinfyri at byggja ein golf vøll fyri nógvar pengar, kann ein betri tennis vøllur, enn tann vit hava í løtuni, eisini vera tann tólvta ítróttargreinin, sum ger, at vit hava møguleika fyri at vera vertir fyri oyggjaleikum í Føroyum.

 

Tað greiðir Pætur M. Dahl, ein av føroysku tennis leikarunum, sum umboðar Føroyar til oyggjaleikir frá í ljóðklippinum omanfyri. Tað er seinast í klippinum, at tað verður prátað um ein framtíðar tennis vøll.

 

Hoyr ljóðsamrøðuna við Pætur M. Dahl við at trýsta á pílin undir myndini.