Har var annar bilførarin skuldsettur fyri brot á víkiskyldu, sum vanliga endar við treytaðari frádøming av koyrikorti.
Løgreglan fekk í gjár boð um, at ein bilur stóð á landsvegnum sunnan fyri Eiði. Tað vísti seg, at bilurin hevði verið fyri einum hálkuóhappi og stóð tí nakað illa fyri á vegnum. Eigarin skuldi syrgja fyri, at bilurin varð fluttur.
Tíðliga seinnapartin í gjár var ein bilur steðgaður í Havn, har førarin varð skuldsettur fyri narkokoyring. Har var blóðroynd tikin, sum skal vísa, hvat hann skal skuldsetast fyri í tí sambandinum. Men hann hevði heldur ikki koyrikort, so tað verður hann eisini skuldsettur fyri.
Eitt ferðsluóhapp var í Varðagøtu um tvey tíðina seinnapartin í gjár. Tað var ein bilur, sum koyrdi út av einum síðuvegi og rendi á ein býbuss. Har var eingin fólkaskaði, men materiellur skaði. Bilførarin verður skuldsettur fyri brot á víkiskylduna.