Ein tilburður aftrat í gjár

29 fólk eru smittað í løtuni, og tvey teirra eru innløgd á Landssjúkrahúsinum

Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tann smittaði býr í Føroyum.  Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 969 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 184.931 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 547 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 518 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 29 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna.