Ein tilburður við koronu í gjár

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tilburðurin er frá kendari smittukeldu.

 

662 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 293.309 kanningar.

 

757 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 727 persónar eru staðfestir frískir aftur.

 

Í løtuni eru 29 persónar smittaðir við koronu, allir eru føroyingar. Seinastu 14 dagarnir hava tilburðir verið í hesum økjum:

 

Norðoyggjar: 1

 

Eysturoy: 8

 

Norðstreymoy: 4

 

Suðurstreymoy: 18

 

Vágar: 11

 

Sandoy: 0

 

Suðuroy:

 

Útlendingar: 0