Sjómaðurin
Germ var sum flestu føroysku dreingir í tí ættarliðinum, hann fór tiðliga til skips, og har var hann í meira enn 30 ár. Hann fann sær konu úr Rituvík, Bodil, dóttur Marin, ættað úr Hjøllum á Toftum, og Benadiktus Olsen, sum var rituvíksmaður. Bodil og Germ giftust í 1958, so inniverandi ár er teirra gullbrúdleypsár. Tey eiga fýra børn, Jesmar, sum býr í Sweis, Marin, sum býr í Saltangará, Yngrid, sum býr í Frederikshavn og Benny, búsitandi í Danmark. Barnabørnini eru 8 í tali, og tað níggjunda er beint um næsta hornið. Dótturin Yngrid, og maðurin, Karl Jóhan Østerø, sum er bóndasonur av Trøllanesi, eru leiðarar í Frelsunarherinum í Frederikshavn. Tað hava tey verið seinastu 2-3 árini.
Germ vaks upp í einum trúgvandi heimi á Toftum, har hann, saman við foreldrunum, kom til møtir og sunnudagsskúla í salinum Nebo, sum júst í hesum døgum er seldur, tí samkoman er flutt í nýggjan sal. Í Gamla Nebo hoyrdi hann um frelsuna í Kristusi, og trúði á evangeliið við eini barnsligari trúgv. Tá Germ var 25 ára gamal, niðri í lugarinum á einum fiskiskipi undir Íslandi, gekk tað til fulnar upp fyri honum, hvat umvending og frelsa veruliga er. Hann sæt og lurtaði eftir íslenska Ríkisútvarpinum, sum júst tann dagin sendi føroyskt møti úr Ebenezer, har Andrew Sloan talaði. Meðni Andrew talaði virkaði orðið eina andaliga endurnýgging hjá Germ, og eftir løtuna í lugarinum upplivdi Germ eina nýggja andaliga tíð í sínum lívi. Síðani tá, hevur Germ altið átt ein vitnisburð um sín Harra og frelsara.
Vitapassarin
Germ og Bodil fluttu til Danmarkar í 1983. Tey búðu fyrst eitt ár í Fredericia. Síðani gekk leiðin til Esbjerg í 1984, har hann var við fiskiskipum í 5 ár. Í 1989 fór Germ í land fyri seinastu ferð, men tó ikki langt frá sjónum. Hann søkti sum vitapassari á Hirsholmene, ein lítil oyggj eystur úr Frederikshavn, har hann kom at arbeiða í 4 ár, frá 1989 til 1993. Hesi árini búðu tey á Hirsholmene. Tey vóru ikki einsamallir føroyingar á oynni, har búðu tvey onnur føroysk vitapassarahjún, Ranghild og Jafet Rasmussen, og Begg og Klæmint Nónklett. Germ sigur, at “hetta vóru góð og rík ár á oynni, har tey mangan høvdu vitjan av føroyingum, og felgasskapurin ímillum okkum trý hjúnini var av tí besta.”
Í 1993 vóru boð eftir Germ í hinum endanum av landinum, heilt suðuri við Sønderborg. Har høvdu teir tørv á vitapassara til vitan á Kegnæs, og har kom Germ at arbeiða inntil hann fór frá vegna aldur, 69 ára gamal, í 2002. Germ sigur um vitapassaraarbeiði: “Ein av høvuðsuppgávunum hjá okkum var at fylgja við allari skipaferðsluni, sum var í farvatninum. Hetta hevði eisini við trygdina at gera og tí vóru vit eisini knýttir til danska hervaldið. Hevði eg vita, at tað var eitt so gott arbeiði, so hevði eg verið farin inn í tað í nógv yngri árum.”
Bodil og Germ hava búð í Sønderborg síðani 1993 og har búgva tey enn og trívast ómetaliga væl ímillum nógv góð vinfólk. Ímillum teirra góðu vinir eru Íslensku hjúnini Anna og Gardar Ragnarson, sum fyri mongum árum síðani vóru fyristøðufólk í hvítusunnusamkomuni í Evangelihúsinuim í Havn. Bodil og Germ hava eina rúmliga og hugnaliga íbúð í vøkrum umhvørvi, har mangir føroyingar hava vitjað og notið nógvan blíðskap.
Pensjonisturin
Germ hevur ikki verið arbeiðsleysur, síðani hann fór frá sum vitapassari. Hann hevur verið virksamur í andaliga arbeiðinum í Sønderborg og í økinum kring býin. M.a. er hann limur í Gideon felagsskapinum, hvørs endamál er at leggja bíbliur inn á sjúkrahús, skúlar og hotellir. Eisini hava Germ og Bodil verið virkin í føroysku møtunum í Sønderborg saman við Levi og Grethu Joensen av Malta. Hesi møtini hava verið hildin einaferð um mánaðin í mong ár, og Bodil og Germ hava øll hesi árini havt ábyrgdina av at klárgera hølini, sum eru í einum skúlaheimi, har fleiri føroyingar búgva á hvørjum ári, sum lesa á handilsskúlanum í býnum. Hvønn mánaða vitjar Germ millum 70 og 80 føroyskar adressur í Sønderborg við eini innbjóðing til møti, sum hann sjálvur skrivar og printar út.
Sama leygardag, sum føðingardagurin er, verður føroyskt møti í Sønderborg, og Germ hevur ikki ætla sær at vera heima hetta kvøldið, men verður við á møtinumum, og har eru øll vælkomin at heilsa upp á føðingardagsbarnið við einum drekkamunni eftir møtið, sum verður kl.19.00 á adressuni: Skolehjemmet, Sønderlandevej 28, Sønderborg.
Vit ynskja útisetanum, Germ Hansen, hjartaliga tillukku við teimum sjeytifimm árunum.
Poul Jóhan Djurhuus