Hvat skulu vit heim til, spyrja útisetarnir.
Politikararnir tosa nógv, men lítið kemur burturúr, gandaorðið er at seta nevndir, sum skulu kanna málið. Harvið sleppa politikararnir frá at taka avgerðir og sleppa undan at hava nakra støðu til málið. Tað er undrunarvert at fylgja við og síggja, hvussu teir royna at snúgva sær undan ábyrgd. Veruleikin er tíverri, at politikkarnir hava spælt fallit, bæði tá tað kemur til lands- og komunalpolitisk avrik, fyri at fáa føroyingar heimaftur.
Eitt gott dømi um manglandi visión hjá løgtingslimum, er, at teir vilja ikki seta nóg nógv av á fíggjarlógini til gransking. Fróðskaparsetrið søkir eftir professara, sum kann fáa starv, um fígging kann skaffast, hvør í allari víðu verð vil søkja eitt KANSKA starv. Vil nakar granskari yvirhøvur koma til Føroyar, sum ikki kann hava trygd fyri sínari gransking í minst 5 ár?
Løgtingslimir, sum nú eita landspolitikarar, hava ikki dirvi til, at noyða kommunur saman, so at skilagóðar avgerir kunnu takast í kommunalum høpi, teir blíva við, at koma við undanførslun um, at tað skal verða frívillugt, harvið steðga teir øllum framburi í nógvum kommunum. Eingin nýggj størv, sum útisetar kundu verði áhugaðir í, verða við verandi kommunubygnaði. So hvat skulu útisetarnir koma heim til, til landið “of maybe”, eg spyrji bara.
Suðuroyggin má og skal blíva ein kommuna.
Besta dømið um avgerðarloysið og vantandi samstarv er suðuroyarætlanin, sum fyrst kom í drag, tí landið ikki vildi gjalda 250.000 krónur til eina kanning. Tað kemur meira enn 100 milliónir krónur inn í skattainntøku í Suðuroy um árið, so hvar var trupulleikin hjá kommununum, at gjalda tær 250.000 krónur eyka, sum landið ikki vildi gjalda, so at kanningin kundi koma ígongd, tað kann bert vera vantandi vilji hjá verandi kommunupolitikarum. Tað má verða Suðuroyggin sum gongur á odda fyri at koma úr naggatødnini, ikki onkur annar.
Suðuroyarætlanin skal nú aftur “kannast” fyri triðu ella fimtu ferð, sigur landsstýriskvinnan í kommunumálum, tað vil siga, at hon vil onga avgerð taka. Og frá fíggjarmálaráharranum, sum skal gjalda pengarnar til ætlanina, kunnu vit ikki vanta nakra positiva viðger, tí fíggjarmálaráharrin sigur, at vit skulu heldur spara okkum eftir reyv, enn skapa nakran framburð.
Suðuroyggin er í tungum andróðri viðvíkjandi samstarvi, øll í Suðuroy vita, við góðum ella ringum tannabiti, at við verandi konservativu komunalpolitikarum, sum bert hugsa um dunnuhylin inni á egna matrikle, koma vit ikki víðari. Viljin til at samstarva og fáa Suðuroy til ein veruliga vinnuligan part av Føroyum, er tíverri ikki til staðar millum hesar politikarar.
Júmen sigur onkur, vit samstarva eitt sindur á bruna- og sosialøkinum, gamaní, allir bati bøtur, men hatta er alt ov lítið. Tað størsta ljóspunktið innan samstarv er á ítróttarøkinum, teir ungu svimjarnir og fótbóltspælararnir sum samstarva, kasta veruligt ljós á Suðuroy og stóra tøkk skulu tey hava fyri tað.