Ein útróðrarmaður fyllir sjeyti

Í morgin, sunnudagin 26. august, fyllir Jákup Joensen, fyrrverandi útróðrarmaður á Eiði, 70 ár

 

Í morgin fyllir Jákup Joensen á Eiði 70 ár. Hann er millum útróðrarmenn og onnur, sum hava havt við føroyska fiskivinnu at gera seinastu fjórðingsøldina, ivaleyst best kendur sum Jákup á Norðsøka.

Á Eiði verður hann vanliga nevndur Jákup hjá Elly, sum sipar aftur til móðurnavnið. Sonur Elly og Edvard Joensen - Edvard í Skorini - á Eiði. Hjánavnið komst av, at teir vóru tveir, systkinabørn, sum bóru sama navnið. Uppkallaðir eftir abbanum, Jákupi, sum gekk burtur á útróðri í góðum árum.

Sum hjá so mongum føroyingi varð sjólívið hansara lívsstarv. Hann fór til sjós fyrstu ferð við Austerlitz av Strondum í 1947. Úr Heygsstøð. Og lagnan vildi tað soleiðis, at tá hann mynstraði av aftur Norðsøka seinastu ferð 50 ár seinni, var tað eisini í Heygsstøð á Strondum, hóast tað ikki var tilætlað.

Pápin, Edvard, var bestimaður við Bartali í Kass av Strondum í ein mansaldur at kalla, og tað gjørdi sjálvandi, at Jákup byrjaði har. At sleppa við slíkum skipi sum Austerlitz var ikki smávegis. Og seinni er mangan sannað, at góður var lærumeistarin. Ikki er tað so sjálvdan, at hann hevur tikið til, at soleiðis og soleiðis gjørdi ella segði Bartal í teirri ella teirri støðuni.

Havi eisini sjálvur hoyrt eldri mann umborð á Norðsøka, sum eisini høvdu verið við Austerlitz, tikið til, at tað sást, hvar Jákup var uppvandur. Tað var við virðing, at tosað varð um Austerlitz.

Jákup tók setuskiparaprógv reiðiliga ungur, og stutt eftir eisini longdina. Fyrsta skipið hann førdi, var Trygvi úr Vági. Teir vóru undir Íslandi. Ung manning við einum einstøkum tilkomnum manni ímillum. Seinni var hann so við trolara og róði eisini út suðuri á Tvøroyri.

Í 1959 fór hann at arbeiða á loranstøðini, sum tá varð bygd á Eiði, og varð hann har, til tøknin gjørdi fólkið óneyðugt í 1970.

Tá varð aftur farið at rógva út. Fyrst við Njøri, sum Norðís átti. Í 1972 keypti hann saman við øðrum 60 tonsaran Eystfelli úr Nólsoy, sum teir góvu navnið Norðsøki.

At Norðsøki gjørdist lívsverk hansara, er ikki ov nógv sagt. Hann var hansara lív fyri at siga tað, sum tað er.

Og tað gekk væl. Tá báturin varð seldur aftur, hevði hann yvirlivað bæði búskaparkreppur og fiskaloysi, og kundi kortini seljast uttan at skylda nøkrum nakað.

Men tað var mangan hart. Nógvir dagar eru brúktir umborð. Bæði til fiskiskap og eisini til annað arbeiði, sum fyrlgir við. Nógvar eru vøkunæturnar, tá brimið stóð í grasið, og hildið varð vakt umbroð.

Tað var ikki sum nú, at góð havn var á Eiði. Nei, farið varð suður í Svínáir, har allur flotin hekk í einum betonklossa, sum ikki var pláss við. Soleiðis var lívið. Tað var ikki frídagur, hóast ikki vóru útróðrarlíkindi.

Men rímiligt vóru eisini góðir dagar á útróðri. Bæði so og so. Og tað er ikki smávegis, Norðsøki hevur ført til lands hesi árini.

Men mangan vóru dagarnir langir. Minnist at hava borið døgurðan oman á bryggjuna, tá teir komu aftur at landi. Ikki varð farið heim, men bert lagt upp fisk og stampar. Nýggjar stampar umborð og ein mann afturat, so ein alla tíðina kundi hvila seg.

Norðsøki hevði ongantíð minni enn fýra mans umborð, tá róð varð út. Umframt vóru so teir, sum egndu uppi á landi. Og tað sást eisini aftur, at nokk var av fólki. Fiskurin varð ordiliga hagreiddur, og fólkið hevði eftir umstøðunum livilig kor.

Tað var so mangan, at hoyra Jákup tosa um, at tað skuldi ikki verið annað enn rímiligt, at teir, sum avreiddu góðan fisk, fingu betri prís enn teir, sum seldur skræpu. Men so varð ikki, fyrr enn uppboðssølan kom.

Líka meinkunnugur, hann er á Norðhavinum, er hann kendur á vanligu snelluleiðunum undir Íslandi. Og ikki eru fáar lastirnar førdar heim haðani. Alt av Stoksnesi til Boðan suður úr Reykjanesi. Og tey fyrri árini, tá loyvt var at fiska tosk, eisini á Eystur- og Norðurlandinum.

Tá kreppan var upp á tað ringasta í fyrru helvt av nítiárunum, fór Jákup, saman við øðrum í Tinganes at biða lova sær eystur í Barentshavið á saltfiskaveiðu við snellu.

Tað var av berari neyð, tí ikki vóru hesir smáu batarnir útgjørdir til slíkar langferðir. Men hinvegin vóru tað júst hesir túrarnir í 1993 og 1994, sum bjargaðu teimum árunum. Hungur er hvast svørð, og var hetta einasta gongda leiðin tá. Og eisini hesi árini bar til at reka Norðsøka, uttan at tað restaði í.

Jákup var formaður í Eiðis Útróðrarfelag í fleiri ár. Sat rættiliga nógv ár í nevnd Meginfelag Útróðrarmanna, og hevði sínar meiningar, sum hann ikki smæddist við at siga hart. Bæði á skrift og í talu.

Eisini í øðrum samfelagsviðurskiftum hevur hann verið virkin. Sat tvey skeið í bygdarráðum og Eiði, eins og hann hevur verið limur í ikki so fáum nevndum, sum settar hava verið í samband við ymisk fiskivinnumál.

Men tað slítur at vera útróðrarformaður,og tá heilsan fór at tala at í seinnu helvt av nítiárunum, varð gjørt av at selja Norðsøka. Tá var júst farið at ganga upp eftir aftur við fiskiskapi undir Føroyum, og var tað tí rætta tíðin at selja.

Ikki kann sigast annað, at tað gjørdist søla, sum varð báðum pørtum til gleði. Norðsøki rør enn út á Eiði. Raskir men hava keypt, og gongur tað væl og fer vónandi at gera tað eisini í framtíðini.

Jákup er ikki mynstraður meira av enn so, at hann enn hevur eina ávísa kenslu fyri bátinum. Hann egnir, tá ein løta er, og annars einki annað, sum er meira neyðugt, er at gera.

Í aðrar mátar eru tað veðrarnir, føroyski dansurin, Norrøna Felagið og hvat ein pensionistur nú kann finna uppá, sum dregur.

Men heimafronturin hevur eisini verið drúgvur. Marna hevur sanniliga ikki lagt sín part eftir. Tað hava tey mongu, sum komin eru á gátt, bæði í privatum almennum ørindum, sannað. Ivaleyst verða tey eisini fleiri, sum fara at vitja tykkum sunnudagin.

Tær verður ynskt hjartaliga tillukku við teimum sjeyti árunum við vón um nógv virkin ár í komandi tíðum.