Ein útrætt hond til Fólkaskúlan

Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður og borgarstjóri

Løgtingið hevði aðalorðaskifti um fólkaskúlan, og hevði eg fyrireikað meg til orðaskiftið.
Men eg kom ikki so langt, tí eg endaði á skaðastovuni, tí eg kom í eitt ferðsluóhapp.
Mær tykist, at í hesi orrustu loypa fólk upp, sum so ofta, og siga at einasta rætta er at leggja skúlan út til kommununar.
Hví skuldi tað verði tað rætta? Ikki tí, kommunurnar umsita meginpartin av skúlaverkinum.
Tær kommunur, sum hava verið tyngdar av lánsbyrðum, og sum ikki eru náddar niður, har ið landið krevur skuld at verða, fáa ikki loyvi at gera nakað við skúlan viðv. umbygging ella nýbygging.
Hetta er eitt sum má rættast, at kommunurnar gerða bestu karmar til børnini.

Síðani fari eg at skriva tað, sum skúlastýrið á Sandi vísti mær á, og kann eg ásanna tað sama frá Skopunar skúla.
Eg fari at skriva brævið so nøkurlunda, sum eg fekk tað. Her verður víst á, at hesi 10 árini hava børn í einum minni skúla fingið 600 til 800 tímar minni enn í einum størri skúla.
“Í fjølmiðlunum herfyri hoyrdu vit, at ført varð fram, at allir 1. flokkar í landinum hava sama tímatal. Men so er ikki. Vit eru foreldur, ið hava samanborið tímatalvur hjá okkara børnum við tímatalvur í øðrum skúlum, og har er munur á. Børnini í okkara skúla hava minni tímar um vikuna enn onnur børn í landinum.
Hvussu ið hetta verður roknað út í Mentamálaráðnum, kemur sum so ikki okkum foreldrum við, men vit eru eitt samt skúlastýrið, ið heitur á tykkum, um at gera eitthvørt við hesa støðu, so at vit eisini kunnu gera okkara til at vánaligu úrslitini hjá Pisa-kanningini fara at venda innan næstu kanning í 2009.
Sum er sigur Pisa-kanningin, at børn ið ganga á smærri skúlum klára seg verri enn børn, ið ganga á størri skúlum. Og mann ein av orsøkunum ikki vera tann, at børnini í smærri skúlunum hava færri tímar?
Eitt barn í 1. flokki í okkara skúla hevur 17 tímar, og tá fær tað deilda undirvísing, tað vil siga, at tað eru tveir flokkar í hvørjari stovu.
Um børnini í okkara skúla so hava minni tímar enn hini børnini í 10 skúlaár, so kann roknast út, at tey í hesi 10 árini verður tað til ein 600 – 800 undirvísingartímar.
Hetta er als ikki nøktandi, og hetta mótmæla vit harliga!”

Sum vit síggja, so eru møguleikarnir nógv verri úti á minni skúla. Minni tímar tí flokkarnir eru 2 býttir.
Skúlarnir verða ikki gjørdir til tann tørv nútíðin krevur, tí sum áður nevnt, fáa kommunurnar ikki loyvi at lána til t.d. skúlar.

Hvussu er stætt við børnunum, sum krevja serundirvísing, vegna at tey eru sein?
Tað er ein kampur, sum ikki er at koma í gjøgnum.
Tímarnir til sertørv minka og minka. Ofta er svarið, at onkur skal koma og meta um næmingin, eftir at skúlastýrið hevur gjørt vart við henda stóra vanda.
Eg havi so upplivað, at spurt eftir nær hesin kemur, ella sum skriftin sigur, skulu vit vænta ein annan?.
Hesi viðurskifti skulu virka!

Tá tosað verður um, at børn skulu fyrr í skúla, so er mítt svar nei. Og um 10. flokkur skal strikast, so er mítt svar: Hann skal verða.
Til seinast. Formaðurin í Lærarafelagnum hevur verið nógv frammi, og hevur hann ein brennandi vilja fyri at fáa ein betur fólkaskúla, og eri eg so samdur við honum, at peningur skal á borðið. Álvaran við fólkaskúlanum eiga vit løgtingsfólk at taka til okkum.
So latið okkum øll rætta hendur út og vísa okkara besta vilja.
Lærarar, foreldur, skúlastýrið, kommunur og landið. Latið okkum gerða bestu karmar fyri okkara børn.